Satt frælsi í Andanum

16. november 2021

Gud er Andi, og vit andaligar verur í jarðiskum likami; sál, ið ger okkum før fyri at hugsa, at kenna og hugin at virka. Við sansunum hava vit samband við umhvørvið.

Vit síggja og hoyra og kunna taka avgerðir um, hvat vit skulu trúgva og gera. Síggja og hoyra vit einki, eru vit bæði blind og deyv, og missa tí sambandið við okkara umhvørvi. Við sansum okkara hava vit samband við øll, ið eru um okkum og í fylgi við okkum.

Gerast vit livandi í Andanum, varnast vit, at tað eru illir andar, ið vilja hava eftirlit við okkum og royna okkum, so at vit missa fótafestið; men Guds Andi er størri enn nakar illur andi, sum eru undir eftirliti av gudinum í hesum heimi, heimsins høvdinga, Sátani. Og tí er óndskapurin so virkin í hesum heimi.

Vit eru í Andanum komin til trúgv á ein tríeindan Gud, ja, fødd av nýggjum, kunnu vit eisini siga. Vit skulu tí velja, hvørjum vit skulu fylgja; heimsins anda ella Guds Anda.

Hold

Áðrenn vit komu til trúgv á Jesus Kristus, fylgdu vit holdsins lystum. Vit hugsaðu og virkaðu, sum heimurin og holdið ynskti. Vit kendu einki annað betri. Nú eru eygu okkara opnað fyri tí andliga heimi, har Gud er Andi og sannleiki.

Gjøgnum skrivaða orðið, vita vit nú, hvør Gud er og hvør Guds andligi sannleiki er, og eri tí við Guds hjálp før fyri at liva samsvarandi honum. Vit eru bara før fyri at gera hetta í Anda hansara, sum veitir okkum viljan at útinna hetta. Áður stríddist vit í holdinum at gera tað rætta. Nú eru vit við Guds hjálp frí frá syndarinnar valdi, og syndin hevur mist megi sína á okkum. Jesus doyði á krossinum fyri alla synd okkara og loysti okkum úr syndarinnar valdi.

Frælsi

Í Andanum kunnu vit hoyra tað, faðirin sigur og ger. Vit kunnu samskifta við hann, sum er andi. Meira vit ganga fram í Andanum, tess meira skulu vit verða honum lík, tí ein dag skulu vit síggja hann, sum hann er. Gud hjálpi okkum til tað!

GODS TV
H.D. Joensen

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð