PODAS 2 í Emmaus

18. november 2021

Tey hava bíðað og bíðað, tí ætlanin var, at PODAS 2 skeiðið í Emmaus, Klaksvík, skuldi byrja 4. november. Men so kom Korona...

Í kvøld skriva vit 18. november og nú eydnaðist loksins at koma saman og byrja skeiðið.

Uppmøtingin var góð hetta fyrsta kvøldið í rúmliga og ljósa kjallaranum í Emmaus.

Átta spentir næmingar møttu hetta fyrsta kvøldið. Onkur hevði forfall og kundi ikki koma.

Hjalmar Waag Arge og Hjørleif Poulsen eru floksleiðarar hetta skúlaárið.

Hjalmar byrjaði kvøldið við andakt og bøn. Ásbjørn Jacobsen greiddi frá um PODAS, um bøkur og annað tilfar.

Atli Rasmussen, sum eisini er stýrisformaður í Emmaus, undirvísti hetta fyrsta kvøldið. Evnið var: "Ljós og salt". Ein sera góð og beinrakin undirvísing.

Tey høvdu gjørt okkum ein góðan drekkamunn og stundir vóru eisini til prát og spurningar.

Her eru nakrar myndir frá kvøldinum. Trýst her...


Skrivað hevur Ásbjørn Jacobsen

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð