Hevur tú vald á syndini? Um, ikki, hví?

29. november 2021

Syndin er ein veruleiki. Allastaðni eru prógv at finna. Stoltleiki og stórlæti byrjaði við djevlinum, og alt síðan hetta fall, er mannaættin vorðin blettað av somu gerð.

Ynski menniskjans, er at ganga somu leið og vísa frá sær veg Guds. Vit halda okkum vera gudar og kunna tí bera okkum at sum Gud. Hesin máttur herjar okkum støðugt, hóast vit eru brennandi kristin. Í hesum heimi verða vit freistað av mongum neiligum máttum, ið arbeiða ímóti anda okkara.

Fyrst og fremst fer hetta stríðið fram í sinni og huga okkara, tá ið vit skulu velja, hvørjum vit skulu fylgja. ’Holdið móti Andanum’. Hvønn einasta dag í lívi okkara, eru vit noydd at velja.

Vegurin til flýggjan
Gud hevur veitt okkum ein útveg. Hann hevur lagt egna Anda sín í okkara endurnýggjaða anda. Hann hevur givið okkum vald á syndini. Andans megi kann vinna á syndarinnar veldi. Jesus gjørdi hetta á krossinum og gjørdi til einkis syndarinnar vald.

Einaferð gjørdust vit hjálparleys og bundin at syndini. Við eyðmerking av Jesu deyða á krossinum, eru vit nú vorðin bjargað úr valdi syndarinnar. Gud hevur tó givið okkum vald at velja. Vit kunna velja at fylgja Anda hansara ella ganga egnu leiðir.

Sigurin
Freistingin at gera tað, einum lystir, hvussu synd lokkar okkum at synda, ger okkum veik; men Heilagi Andin kemur veikleika okkara til hjálpar. Meira vit fylgja Heilaga Andanum, minni boyggja vit okkum fyri holdsins freistingum. Vit eru noydd at siga frá okkum øll lóglig rættindi, fíggindin hevur á okkum.

Vit mugu royna við Guds hjálp venda um frá syndini og læra at fyrigeva øllum, ið hava syndað móti okkum. Á tann hátt geva vit fíggindanum einki høvi til álops. Hetta er við Guds hjálp gjørligt; og dagliga uppliva vit tann sigur, eg havi á syndini og djevlinum. Vit standa í einum bardaga móti holdinum og tí ónda. Hesin bardagi heldur á alt lívið og steðgar ikki fyrrenn heima í dýrdini.

Miss tí ikki mótið, men halt á at stríða.

GODS TV
H.D. Joensen

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð