Jólaheilsan frá PODAS Ekklesias

20. desember 2021

Góðu PODAS vinir!

Tí at barn er okkum føtt, sonur okkum givin, og á herðum hans skal høvdingadømið hvíla; navn hans skal verða kallað undur, ráðgevi, veldigur Gud, ævinnar faðir, friðarhøvdingi. (Jes 9,6)

Gud Faðir gevur her profetinum Jesaja loyvi at síggja inn í framtíðina og tað, sum henda skuldi, tá ið Sonur Guds, hin einborni, skuldi føðast. Navn hans skal verða kallað undur, ráðgevi, veldigur Gud, ævinnar faðir, friðarhøvdingi.

Skapari himins og jarðar stígur niður av høga himni og er okkum nær í menniskjabarninum, Jesusi Kristi. Hetta er jólaevangelium ella jólaboðskapur.

Ferð eftir ferð hevur Gud roynt at frelsa fólk sítt. Eftir syndafallið í Eden aldingarðinum kom Harrin til Ádam og Evu og gav teimum lyfti um frelsu. Aftur og aftur lesa vit í Gamla Testamenti, hvussu Harrin sendi "synir" at boða fólkinum frelsu.

At Gud so, fyri umleið 2000 árum síðani, vildi eyðmýkja seg sjálvan og gerast menniskja í Jesusi Kristi, er ikki bara óskiljandi, men sigur ikki so lítið um Guds ómetaliga kærleika og umsorgan fyri mannaættini.

Og tað er júst hetta, jólahátíðin snýr seg um: "Tí at barn er okkum føtt, sonur okkum givin..."

Sonurin Jesus, tekur saman um tað, sum er kjarnan í Gamla- og Nýggja Testamenti, tá ið hann sigur: "Tí at so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív." (Jóh 3,16)

Góðu vinir! Brátt farna árið hevur verið ein avbjóðing vegna Korona. Tað hevur verið sera trupult og avbjóðandi at skipa fyri PODAS-skeiðum kring landið í ár. Fólk halda seg aftur og vit hava avlýst fleiri skeið, vegna vantandi undirtøku.

Tó hava vit fýra góðar og væl mannaðar flokkar á Eiði, Toftum, Klaksvík og Argjum.

Ætlanin er at skipa fyri styttri skeiðum eftir nýggjár. Lýst verður nærri á heimasíðu okkara podas.fo.

Vegna stýrið fyri PODAS, takka vit tykkum øllum fyri brátt farna árið. Ein serstøk tøkk fyri forbøn og fíggjarligan stuðul.

PODAS verður fíggjað við gávum og føstum stuðli frá gevarum. Tíbetur hava mong valt at stuðla PODAS við føstum stuðli hvønn mánað. Hjartans tøkk fyri allar gávur til arbeiði okkara.

Um onkur ynskir at stuðla PODAS Ekklesias fíggarliga, ber til at flyta pening á konto í BankNordik: 6460-613.152.4

Vit ynskja tær og tínum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár!


                                                             Kærar heilsur,

Bergur D. Joensen
formaður og skúlaleiðari
Ásbjørn Jacobsen
aðalskrivari

 

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð