Tá ið trúgvin á Krist er opin krígsavbjóðing ímóti landsins stjórn

31. desember 2021

Í Iran hava myndugleikarnir eitt vakið eyga við teimum kristnu, ið ber við sær, at mong kristin verða handtikin ella flýggja úr landinum. Hóast atsóknir, veksur kirkjan við rúkandi ferð.

”Eg vil fegin til Iran at hitta nøkur av teimum kristnu og skriva niður um tað, mær møtir.” Eg var lutfalsliga nýggjur í hópi teirra, ið arbeiða fyri teimum atsøktu kristnu, men ovastin á skrivstovuni undraðist og smíltist og greiddi mær frá, at tað var vandamikið at luttaka í tí arbeiðinum. Um tú ert ein ferðandi, er tað lutfalsliga ikki vandamikið, men eitur tað ein arbeiðsferð, ber ikki til. Eg tók orð hansara fult og heilt til mín og fór ístaðin at seta meg í samband við nakrar iranar, ið flýddir vóru vesturum at hoyra um støðu teirra kristnu í Iran.

Ávegis gekk tað upp fyri mær, hví tað eisini var rætt ikki at fara hagar. «Hevði væl kunnað hugsað mær at sitið á gøtuni og prátað við fólk alment um kristnitrúnna og verið frælsur,» sigur Babak, sum av tilvild byrjaði at fáa kunnleika um kristindóm av at lesa í fyrr fjaldu Bíbliuni hjá bróður sínum.

Bróðir hansara var kristin, men í loyndum, og hevði nú Babak við sær í kirkju. Hesin bróðir hansara hevði fingið kristnikunnleikan hjá einum av samarbiðspartnaranum, ELAM, innan Europamissónini sum ferðast víða um í Iran til tess at stuðla húskirkjum og læra nýkristin upp í kristnitrúnni. «Men hann varð handtikin, og faðir okkara sá, at hann var kristin og gjørdist í øðini. Elsti bróðir mín flýddi úr landinum til tess at komast undan óða pápa sínum.

Tá eg var vorðin kristin, var hann lagaligari enn nú og misti næsta sonin. Ístaðin royndi pápin nú aðrar snildir. Hann vildi, at eg skuldi fremja trúnna fyri meg sjálvan. Tað var í lagi, at eg var vorðin kristin, las í Bíbliuni heima, hevði mínar egnu bønarstundir heima – tó ongantíð alment.» Tað var í lagi, til Babak fór á sama skeið sum elsti beiggin. »Tá ið eg kom heim, var eg bæði kveiktur og brennandi at siga øðrum frá um Jesus Kristus.

Gekk mangan á gøtum og prátaði við fólk; bað fyri teimum og gjørdi á tann hátt ein trúboðaragerning. Eg gekk og vantaði, at mær fór at henda okkurt illavorðið, t.d. at verða handtikin; men tað hendi ikki. Eg fór undir at tala um kristnitrúnna og at lesa Bíbliuna saman við móður míni, sum hevði tikið við kristnitrúnni.

Stillisliga og friðarliga breiddi gleðiboðskapurin seg til tey flestu av húsfólkum okkara. Seinni kom bróðirkona mín, bróðir mín, systkinabarn mítt, kona hansara og fleiri, saman at hoyra gleðiboðskapin, syngja og biðja saman. Vit byrjaðu at savnast í heiminum. At enda vóru vit 10 í húskirkju okkara.

Við tað, at tað bara vóru móðir og eg, ið trúðu, so plagdi pápi at fara sær ein gongutúr, hvørja ferð vit byrjaðu at lovsyngja, ella lesa úr Bíbliuni. Tá talið av húskirkjufólki okkara fór at vaksa, gjørdist pápi bangin. Hann tordi ikki at fara út, og meðan vit lósu, lovsungu ella bóðu, læt hann hvørja ferð vindeyguni aftur av ótta fyri, at fremmand fólk ikki fóru at varnast okkum. Onkuntíð beyð hann fólki á gátt fyri at lata tey hoyra islamskar endurgevingar í heimspeki.»

Sum tíðin leið, tók eisini faðirin við kristnitrúnni, so nú hevur alt nærmasta húsfólk hansara tikið við kristnitrúnni. Tey koma saman sum ein húskirkja; men altíð er vandi á ferð, tí sendifólk frá stjórnini kunna finna og handtaka tey. «Vit royndu so varisliga sum til bar at boða gleðiboðskapin. Eftir skeiðslok kendi eg ótta á mær at verða handtikin og missa frælsi mítt – ja, kanska lívið.

«Vit eru nú ein lítil og samanknýttur bólkur. Tá ið vit lovsyngja og lesa orðið saman, er Gud okkum nær. Hann styrkir og signar okkara lítlu kirkju. Vit merkja nærveru hansara. Likam Guds verður nakað serstakt. Verða vit atsøkt, leggja vit dent á tað, okkum er fyri neyðini,” sigur Babak, ið aftaná nøkur ár varð noyddur at flýggja úr Iran.

Nú er hann lærari hjá kristnum iranskum leiðarum og roynir at veita teimum amboð og tól og annað tilfar til tess at náa menniskjum við gleðiboðskapinum. Tað ger hann saman við starvsfeløgum sínum og eisini leggja dent á lærusveinaskap og at veita nýkristnum eina góða upplæring.

«Mong av teimum nýggju koma úr landsbygdum á stuttskeið, har eg, Babak og nakrir aðrir undirvísa teimum um gleðiboðskapin, Heilaga Andan, evangelisering og um serstakan lærusveinaskap. Stórur tørvur er á útgerð og upplæring av teimum nýkristnu.

Í Iran eru eingir bíbliuskúlar og fáir møguleikar at møtast natúrliga, so vit mugu finna annan hátt at savnast, undirvísa og hava samband, men tað er ikki lætt. Og kristnu leiðararnir í Iran hava ilt við at savnast og at varðveita røttu trygarskipanina, ið krevst og eisini at komast undan fregnartænstuni, um hesi skuldu funnið onkra húskirkju, ið savnast,» sigur Rahim, ið sjálvur er á svartalista at verða handtikin, um hann setur føtur sínar á iranska jørð.

Rahim gjørdist kristin í eini almennari skrásettari protestantiskari kirkju, men tær hevur stjórnin seinastu árini latið aftur. Tað hevur gjørt, at ferð er komin á at skipa loyniligar húskirkjur har flestu kristnu í Iran er partur av.

Dansk Europamission
H.D. Joensen, umsetti

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð