10 bønavers

05. mai 2023

Latið okkum av orðinum finna hvíld og mátt.

Guds orð er sterkt amboð í lívi hins kristna. «Orðið var hjá Gudi” og orðið var Gud” (Jóh 1,1)

”Orðið varð hold.” (Jóh 1,14)

Jóhannes avdúkar fyri okkum, at orðið varð hold. So statt er Guds orðið, Jesus, guddómur, tilbiðin av menniskjum, honum, ið gjørdist menniskja, ið búði og støðugt býr okkara millum.

Biðja um orð frá Gudi

Latið okkum vera sonn og viðganga, at bønin við hvørt kann verða strævin. Men orðið, Jesus, er tær nær. Hjá einum trúgvandi, eru løtur, har ein ikki veit, hvussu eigur at verða biðið. At nýta orðið sum bønaramboð, veitir okkum ikki bert orð at biðja eftir; men ger okkum virkin at nýta Guds orð rætt; tí tað er livandi og máttmikið. ”Tí at Guds orð er livandi og máttmikið og hvassari enn nakað tvíeggjað svørð og fer inn ígjøgnum, til tað skilir liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans.” (Hebr 4,12) í lívi okkara!

Bønavers

1. (Sálm 27,1) ”Harrin er ljós mítt og frelsa mín, hvønn skal eg óttast? Harrin er lívs míns vernd, hvønn skal eg ræðast!»


2. (1 Tess 5,24) ”Trúfastur er tann, sum kallaði tykkum, og hann skal eisini gera tað."


3. (Jer 29,11) «Tí eg veit, hvørjar ætlanir eg havi í hyggju við tykkum, sigur Harrin, ætlanir um frið og ikki um ógævu, til tess at veita tykkum vónríka framtíð.»


4. (Sálm 63,3) «Soleiðis eg í halgidóminum havi eftir tær hugt, til tess mátt tín at skoða og tína dýrd.»


5. (Sálm 100,1-2) «Fegnist fyri Harranum jørðin øll! Harranum tænið við gleði! Fyri ásjón hans komið við frøi!»


6. (Jes 60,1) «Statt upp og skín, tí at ljós títt kemur og dýrd Harrans rennur upp yvir tær!»


7. (Ják 1,22) «Men verðið slíkir, sum gera eftir orðinum og ikki bert hoyra tað og við tað svíkja tykkum sjálvar!»


8. (Ef 4,29) «Eingin illavorðin tala komi út av munni tykkara, men slík, sum eru góð til uppbyggingar, har sum tað gerst neyðugt, so at hon kann veita teimum náði, sum áhoyra.»

9. (Ef 1,17) – «at Gud várs harra Jesus Krist, faðir dýrdarinnar, má geva tykkum vísdóms og opinberingar anda, so at tit fáa kunnleika um hann.»


10. (Róm 15,13) ”Men vónarinnar Gud fylli tykkum við allari gleði og friði í trúnni, so at tit mega vera ríkir í vónini við kraft Heilaga Andans.

Vóni, hesi bíbliuvers kunna verða tær til hjálpar at fara til verka og rannsaka í Guds orði og eisini finna har onnur støð at steðga við. Bið fyri tær sjálvum, tínum kæru, landi og fólki, ja, heiminum við!

Gods-TV
H.D. Joensen

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð