Les í Bíbliuni

08. apríl 2022

Eitt gamalt, danskt orðatak ljóðar: ”At læse uden at forstå er som at pløje uden at så.” Tað er eisini galdandi fyri bíbliulesnað. Munnu tað ikki í dag í mun til fyrr vera færri og færri í landi okkara, sum lesa í Bíbliuni?

Ikki ber til at svara spurninginum, men ofta hoyra vit sagt: ”Eg fái onki burtur úr Bíbliuni, eg blaði eitt sindur í henni av og á, men har stendur so nógv undarligt í hasi bókini. Bíbliulesnaður er ikki ein dagligur vani hjá mær.”

Tá ið vit so hoyra um, hvussu fólk í Eysturevropa og aðrastaðni bøna um at fáa eina Bíbliu, so skammast vit. Við eitt flóttafólk varð sagt: ”Um eina viku kann eg skaffa tær eina Bíbliu,” og svarið ljóðaði: ”Hvussu skal eg kunna umvera eina Bíbliu í eina viku?”

Hvat siga vit til eitt slíkt svar? Og hvat sigur Gud við fólk okkara, um vit forsøma at nýta bókina, har skrivað stendur: ”Títt orð er ein lykt fyri fóti mínum og eitt ljós á gøtu míni?”

Men um eg nú onki fái burturúr at lesa í tí bókini, hvør hjálp er so í tí? ”At læse uden at forstå er som at pløje uden at så.”

Var tað ikki soleiðis, orðatakið ljóðaði? – So má svarið vera, at her er talan um lýdni. Trúgv er lýdni. Bøn er ein lýdnishandling.

Kirkjugongd og altargongd eru lýdnishandlingar. Tænasta er ein lýdnishandling. Tað sama er bíbliulesnaður. Lýdni er ikki tað sama sum tvingsilsarbeiði. At vera lýðin er av fríum vilja at nýta teir møguleikarnar, sum eg fái fyri at náa málinum, sum eg í samvitsku míni eri sannførdur um er tað einasta rætta.

Far undir regluligan bíbliulesnað! Fylg eini bíbliulesiætlan. Tað er ein spurningur um lýdni, og her eru ongar umberingar.

Títt orð er, Gud, várt arvagóðs,
tann arv vit bestan fingu,
í grøv veit okkum, Gud, tað rós,
at leidd av tí vit gingu;
tað er vár hjálp í neyð,
vár troyst í lív og deyð.
O, Gud, ið hvussu fer,
lat, meðan verøld er,
tað fólks várs arvur vera.

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð