Ert tú takksamur?

10. apríl 2022

Georg S. Geil, biskupur, sigur frá í bók síni: “En sang for den lyse dag,” eina søgu um ein enskan drong, ið búði nær einum havnabýi í Onglandi.

“Maður bjargaði ein dagin dreinginum frá at drukna. Dagin eftir bjargingina, møtti mamman manninum aftur og spurdi hann: “Var tað tygum, sum í gjár bjargaði soni mínum frá druknideyðanum?” “Ja,” svaraði maðurin eyðmjúkur. “So er tað júst tygum, eg leiti eftir. Men, hvat gjørdi tygum við húgvuna?”

Hvat skulu vit siga um eina slíka søgu?

Átti mamman ikki, fyrst av øllum, at takka manninum so inniliga av hjarta, hon kundi; ístaðin fyri í sama andadrátti at ákæra mannin fyri at hava mist húgvuna hjá dreinginum?

Flestu, hugsi eg, mugu væl seta spurning við órímiligu og óskiljandi reaktiónina hjá mammuni.

Hvussu við okkum?

Jú, víst hava vit loyvi at koma til Guds við okkara suffum og kærum.

Men vi mugu ongantíð gloyma at takka Gudi aftur og aftur fyri lívið, vit fingu at liva og Jesu offuri, ið ger, at eisini vit fáa lut í æviga lívinum.

H.D. Joensen, umsetti

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð