• Endagudstænastan 2022

Hjartaliga vælkomin til PODAS gudstænastu 2. mai 2023

21. apríl 2023

Góðu PODAS næmingar og floksleiðarar skúlaárið 2022-2023!

Vit vóna inniliga, at tit hava lært nógv og fingið avbjóðingar, sum hava ment tykkum andaliga og persónliga.

Við hesum vilja vit bjóða tykkum øllum at vera hjartaliga vælkomin til endagudstænastu og diplomhandan í Argja kirkju týsdagin 2. mai 2023 kl. 17.30 og eftir tað til eina góða máltíð á sama stað.

Øll verða eisini boðin til altars, eins og øll fáa høvi til forbøn. Hugsið, um tað er nakað, tit ynskja at fáa sagt og lagt við Jesu føtur. Jesus sigur: “Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu.” (Matt 11,28).

Eisini verður høvi at geva PODAS eina peningagávu. Útreiðslurnar taka til, sum PODAS veksur. Takk, um tú vilt verða við at geva arbeiðinum, sum tú eisini hevur verið við til at ment, eina gávu.

Hjartaliga takk fyri luttøku tína í PODAS!

Gudstænasta kl. 17.30

  • Felagssangur
  • Prædika: Ásbjørn Jacobsen
  • Forbøn
  • Ljósatendring
  • Fótatváttur
  • Altargongd
  • Innsavning til PODAS
  • Diplomhandan
  • Myndatøka

Eftir gudstænastuna eru vit øll boðin til eina góða máltíð í Argja kirkju. Vit fáa buffét við høsnarungafat við rís. Terta við salat. Kjøtfat við heimagjørdum eplamorli. Kalvasalat og laksafat. Omaná fáa vit kaffi/te og ískaku.

Prísur fyri hvønn kr. 185,-. Goldið verður kontant á staðnum. (Hav kontantar pengar við). Tilmelding IKKI neyðug!

Vit hugna okkum saman og minnast tað, ið farið er.

VERI HJARTALIGA VÆLKOMIN øll somul!

Vit gleða okkum at síggja tykkum og at vera saman við tykkum!

Tilbið og tæn!

Blíðar heilsanir,

Stýrið fyri PODAS Ekklesias

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð