Gleðin í Harranum

30. apríl 2022

Tá ið ápostulin eggjar til gleði, hugsar hann um tey, sum av Guds náði eru fødd av nýggjum, og sum tí eru Guds børn og eiga vinalag hins almáttuga. Tey skulu av sonnum gleða seg – eisini tá ið sorg og vanlukka ráma tey. Tó at tey ikki altíð eru glað, so eru tey tó altíð eydnurík, og tí áttu tey altíð at verið glað.

Men onki kristið menniskja er fulllært í hesum kynstri.

Kenslurnar skifta sum himmalsins skýferð; men djúpari og meira varandi enn hin kenslusama gleðin er trúarinnar gleði. Tað er hon, sum ápostulin hugsar um, tá ið hann sigur: „Gleðið tykkum altíð!“ (Fil. 4,4)

Loyndarmálið við hesi gleði liggur í hesum, ið lagt verður afturat: ”Í Harranum!” Ikki í gulli ella silvuri, ikki í gaman og sangi, ikki í heilsu og styrki, ikki í kynstri og vísdómi, ikki í valdi og heiðuri, ikki í vinalagi og mannatokka, ja heldur ikki í góðum gerningum og heilagskapi.

Nei, í Harranum! Hann aleina er hin sanna gleði Guds barna.

Tann, sum vil gleða seg altíð – ja, ævinliga, skal gleða seg í Harranum.


Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð