Eisini vit skulu vitna

03. juni 2022

“Men tá ið talsmaðurin kemur, sum eg skal senda tykkum frá faðirinum, sannleikans andi, sum gongur út frá faðirinum, tá skal hann vitna um meg. Men eisini tit skulu vitna; tí at tit hava verið við mær av fyrstu tíð.” (Jóh 15,26-27)

Hetta er brot úr Jesu skilnaðartalu. Jesus er bundin av at fyrireika lærusveinarnar um tað, henda skal teimum, nú hann um stutta tíð skal fara frá teimum, og hvør teirra uppgáva skal verða; men teir skulu ikki verða einsamallir um hesa uppgávu, men fáa hjálp uttanífrá til hesa krevjandi uppgávu. Teir skulu fáa Heilaga Andan givnan, sum gongur út frá faðirinum: talsmannin, sannleikans anda, sum skal vitna um Jesus Kristus.” Gud boðar heiminum eina náðitíð: “Og tá ið Heilagi Andin kemur, skal hann sannføra heimin um synd og um rættvísi og um dóm,” og hvør dómurin verður: “Syndin er, at tey ikki trúgva á meg.” (Jóh 16,8-9)

Heilagi Andin er Guds advokatur ella sakførari. Og fyri at kunna fremja Guds søk í heiminum um frelsu í Jesusi Kristi, er neyðugt at hava vitni. Tað er henda vitnitænasta, Jesus talar um við lærusveinarnar. Serstakliga teirra vitniábyrgd. Sum sannleikans andi, er vitnisburður talsmansins, trúverdugur og sannur, og tí er hann besta vitni um Jesus. “Men tí at heimurin enn ikki kendi hann.” (Jóh 14,7)

Teir skuldu tí verða vitni fyri heiminum. Teir gjørdist tí Jesu høvuðsvitni, tí teir alt frá fyrstu tíð høvdu verið vitni. Teimum var tí givin hesi framíhjárættindi, av tí at teir høvdu verið saman við Jesusi alt frá fyrstan tíð til uppreisn hansara. Teir vóru Jesus eygnavitni um tað, ið hent var. Hetta varð tí teirra skylda. Teir vóru teir nærmastu at bera øðrum vitnisburð um tað, ið hent var.

“Kom, sannleiks andi, vitni ber;/ at Jesus Kristus lív várt er,/ og at vit eina vita hann,/ sum sálum várum bjarga kann.” Kingo/J. Dahl Slb 336.1

Heilagi Andin vitnar altíð um Jesus. Tað hann er og virkar, gerst myndin av Jesusi og Orðinum, ið boðað verður, livandi og nærverandi. Í dag er tað galdandi Guds kirkju her í heimi. Øll tey kristnu hava eina vitniskyldu. “Men Harrin segði við hann: Statt upp og far í ta gøtuna, sum kallast hin beina, og spyr í húsinum hjá Judasi eftir einum manni frá Tarsus, sum eitur Saul; tí, sí, hann biður!” (Áp 9.11)

Ivar Gjærdi
H.D. Joensen

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð