Ein Guds orðs heilsan til tín í dag. Lít á Guds yvirræði og vegi hansara til frelsu!

06. juni 2022

”Hugsið ikki um hitt umlidna og leggið ikki í geyma tað, sum áður var! Sí, nú skapi eg nýggjar lutir; tað sprettur longu, síggja tit tað ikki? Gjøgnum oyðimørkina leggi eg veg og leiði áir yvir reyn.” (Jesaja 43,18-19)

Óivað hava vit mangan trúð lygnini, at Gud er líkasælur um støðu okkara. Kanska viðhvørt halda vit okkum hava lorkað møguleikan av hondum og hava kensluna av, at vit hava oytt okkara ár í súsi og dúsi og halda tí, at Gud ongan veg hevur at koma barni sínum til hjálpar.

Sannleikin er, at trúfesti hansara og makt ongan enda fær. Vit eru trygg og kunna líta á trygga virki hansara og yvirræði, sum heldur um aldur og allar ævir.

Um vegurin tykist kámur og ógreiður, so fest tíni eygu á Jesus, ið hevur alt valdið á himni og á jørð. Hann er undurverksins Gud; einki kann honum forða. Vit kunna líta á, at hann er førur fyri at gera tað, okkum tykir er ógjørligt.

GODS-TV
H.D. Joensen

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð