Góð tíðindi frá skotgrøvum

31. oktober 2022

“Eg havi alla tíðina samband við hermenn frá hermótunum. Hesir lurta eftir okkara stimbrandi og eggjandi sjónbandasendingum.”

Kríggið í Ukraina hevur vart nú meira enn eitt hálvt ár. Í fyrstuni vónaðu øll, at hetta ikki fór at vara í drúgva tíð. Fylgjurnar av krígnum eru eyðsýniligar og víðfevnandi viðvíkjandi tilfeingistroti og búskaparligum rembingum. Mong eru farin at stúra fyri einum komandi vetri.

Í allari óvissuni, ið valdar í løtuni, er uppmerksemið vent at tí livandi Gudi; og tað hann ger gjøgnum Trans World Radio (TWR) og TWR -toyminum í Ukraina. TWR-leiðarin í Russlandi, Ukraina og Hvítarusslandi hevur dagligt samband við øll toymini. Hon er ógvuliga takksom, tí allir medarbeiðararnir alla tíðina eru væl vardir fram at hesum degi. Hon sigur: “Í øllum trupulleikunum og líðingunum kennir toymið ikki ta stóru møðina at senda fólkinum boð um at finna sátt og semju í vónini, vit eiga í Jesusi.

“Kríggj setur okkum mangan andlit til andlits við deyðan; men trúgvin á Jesus, veitir vón. Hon røkkur yvir um deyðan. Henda áskoðan veitir medarbeiðarum okkara styrki at halda á. Teir vita, at tey menniskju, ið enn ikki kenna Jesus, støðugt kunnu finna vegin inn til hansara gjøgnum teirra arbeiði. Eisini um teirra seinasta løta er komin. “

Medarbeiðararnir uppliva sjálvandi eisini løtur, har ræðuligar oyðileggingar og líðingar taka móti frá teimum; men tað eru eisini løtur, ið líva upp og at ein við endurnýggjaðari styrki heldur á. Aftur og aftur siga tey frá hvussu stóran týdning og stuðul, forbønin hevur.” Sigur TWR-leiðarin.

Nýggjar leiðir – nýggir lurtarar

Alt síðan kríggið byrjaði hevur ukrainska toymið ment teirra virksemi um sosialu miðlarnar. Teirra regluligu uppsløg og sjónbond røkka milliónum av fólkum. Alex, TWR-leiðarin, skrivar. “Vit hava fingið heilt nýggjar áhoyrarar. Her krevst vísdómur, og heilt aðrar nýggjar møguleikar til tess at deila evangeliið við menniskju, ið ongantíð hava hoyrt um Jesus.” Ein sjónfílur, ið varð sýndur í julimánaði, er sæddur meira enn 6 milliónir ferðir.

Lívgandi og stimbrandi fundir

Seinastu vikurnar og mánaðirnar hevur Alex ofta ferðast runt í ymiskum kirkjuliðum sum gestarøðari. Ta ferðina boðin til eina ráðstevnu fyri prestar. Har hann fekk møguleikan at tosa við 230 meinigheitsleiðarar. Eitt av evnunum var: “ Kríggið og tess familjuavbjóðingar.” Túsundvís av familjum eru vorðnar spjaddar. Av 12 milliónum flóttum eru nøkur hundraðtúsund vend heimaftur; men rivur og sár eru framvegis. Hesi hava brúk fyri Guds hjálp og stundir til heilsumenning.

Alex heldur fram: “Eg havi alla tíðina samband við hermenn, sum eru við hermótini. Teir lurta eftir okkara sendingum, síggja okkara sjónbond og siga, at tær eru til stóra gleði fyri teir allar.“ Ein hermaður segði: “Tykkara sjónbond eru sum ein streymur av livandi vatni hjá okkum í skotgrøvunum.”

Kona ein av hermonnunum skrivar: “Í hesum myrku tíðum er tykkara íkast sum eitt blítt fleyr. Vit varnast tykkara reinlyndi og kærleika. Elskaði maður mín og pápi at okkara tveimum børnum er nú á veg til hermótið. “Alt í Faðirs hendi er!” “Gott í tykkum, høvdu tit hjálpt mær at vita, hvussu eg best kann biðja fyri honum, so at hann má kenna seg vardan og væsignaðan!”

Kelda TWR

H.D. Joensen umsetti

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð