Gud veit, hvat tær tørvar, áðrenn tú biður

10. november 2022

- Faðir tykkara veit, hvat tykkum tarvast, áðrenn tit biðja hann. (Matt 6,8)

Vit liva í eini tíð við framúrskarandi møguleikum at samskifta um alnótina. Vit kunnu senda myndir og tekst til vinir og kenningar um allan knøttin, og tað tekur bert nøkur fá sekund - og næstan hvønn dag koma nýggir møguleikar á marknaðin.

Men einki kann sammetast við tað samskiftið, Gud býður okkum gjøgnum bønina.

Longu áðrenn vit biðja, veit Gud, hvat okkum tørvar. Hann skilur okkum betri enn nakar annar og kennir framtíð okkara.

Og hvør annar hevur vald til at geva okkum tað, vit biðja um, uttan hin alvaldi Gud?

Tað gav mátt, tá tú helt saman hendur,
– hóast hondin var lítil og veik –
tá til alveldis Gud tú teim vendir,
aldri neyðstadda barn sítt hann sveik.

Svar hans ávegis er, einglar bera tær boð,
um tað drálar, tað fram tó skal ná.
Hetta játtar tær sannleikans trúfasti Gud:
»Heit á meg, og tú bjarging skalt fá.«

Tínum barni og vininum kæra,
sum tú baðst fyri ár eftir ár –
lat bert ótol og mistreysti fara.
Ein dag sendir tær svar harri vár.

Tú fekst mátt, tá tú helt saman hendur
og í navni hans bað tína bøn.
Og tann dag, hann tær ferðaboð sendir,
tú skalt sanna, at stór var tín løn.

Trygve Bjerkrheim/Chr. Høj

Skrivað hevur Ásbjørn Jacobsen

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð