Hví eiga vit at biðja?

16. november 2022

Bønin veitir mátt at halda andaligu eygu okkara vakjandi til tess at skoða Guds ríku undur.

Mong spyrja: “Hví eiga vit at biðja; hvør er ætlanin? Tá ið Gud longu frammanundan veit, hvørja ætlan hann hevur, hví skulu vit tá biðja?” “Eg fari at endurgeva tað, amerikanski presturin, Richard Rohr, einaferð segði: “Bøn snýr seg um ikki at broyta Gud, men heldur verða fús at lata Gud broyta okkum.”

Vit biðja, tí bønin broytir okkum. Bønin ger okkum før fyri at nærkast Gudi og at kenna hann betur. Vit leggja høvuðsdentin á ikki at víkja frá honum. Okkara størsta ynski verður at virka tað, ið Guds vilji lærir okkum.

Latið okkum saman biðja:

Faðir, opna okkara hjartans eygu. Lat okkum síggja ríka arvin, vit eiga sum tíni børn. Lat okkum njóta náðar ríkidømi títt. Lat okkum liva lívið í Heilaga Andans ljósi og kraft. Meðan vit leggja okkum eftir at boða øllum menniskjum á jørð orð títt, biðja vit teg um, ikki at síggja ómøguleikar í hesum arbeiði; men at tín veldismáttur má stýra og leiða okkum at frelsunnar máli. Vit biðja um, at vit ongantíð missa vónina úr eygsjón; men at eygu okkara verða vend móti tær. Hjálp okkum altíð at kennast við teg og biðja um, at hond tín altíð stýrir arbeiði okkara, hvar enn á jørð vit virka. Amen.

H.D. Joensen, umsetti

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð