Jólaheilsan frá PODAS 2022

21. desember 2022

Góðu PODAS vinir!

Øllum okkara vinum, núverandi og fyrrverandi næmingum, floksleiðarum, stuðlum og samstarvsfeløgum ynskja vit eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár, við tøkk fyri gott samstarv, stuðul og forbøn í brátt farna ári.

Jesaja profeterar umleið ár 740 fyri Kristi føðing, at av Ísai runni skal kvistur spretta fram og at barn er okkum føtt, sonur okkum givin. Hesin kvistur av Ísai runni varð hold umleið 740 ár seinni og tók búgv okkara millum. Hann varð og er veldigur Gud, ævinnar faðir, friðarhøvdingi og heimsins frelsari: Jesus Messias!

Men av Ísai runni skal kvistur spretta fram og angi av rótum hans bera frukt. Og andi Harrans skal hvíla yvir honum, andi vísdóms og vits, andi ráðs og kraftar, andi kunnskapar og ótta Harrans. (Jes. 11,1-2)

Tí at barn er okkum føtt, sonur okkum givin, og á herðum hans skal høvdingadømið hvíla; navn hans skal verða kallað undur, ráðgevi, veldigur Gud, ævinnar faðir, friðarhøvdingi. (Jes. 9,6

Og orðið varð hold og tók búgv okkara millum, og vit skoðaðu dýrd hansara, dýrd, sum einborin sonur hevur frá faðir sínum, fulla av náði og sannleika. (Jóh. 1,14)

Sanniliga kunnu vit gleđast um og takka fyri, at Jesus, ljós heimsins, varð føddur inn í hendan heim til frelsu fyri øll fólkasløg. 

Harrin er góður og Harrin hevur signað okkum í PODAS ríkiliga til dagin í dag. Umleið 80 næmingar ganga til PODAS hetta skúlaárið á 8 ymiskum plássum um landið. PODAS byrjaði í 2008. Hesi árini hava umleið 900 fólk tikið lut á skeiðum okkara.

Stýrið fyri PODAS hevur nú sett ein arbeiðsbólk at eftirmeta bygnað og innihald á skeiðum v.m. Fyrst í komandi ári fara vit at fyrireika komandi skúlaár 2023 - 2024.

Góðu vinir! PODAS verður fíggjað við føstum stuðli frá gevarum og við gávum. Mong hava valt at stuðlað PODAS við føstum stuðli hvønn mánað. Hjartans tøkk fyri allar gávur til arbeiði okkara.

Ynskja tygum at geva PODAS eina jólagávu, ber til at flyta pening á konto í BankNordik: 6460-613.152.4. 

Vit takka hjartaliga fyri eina og hvørja gávu!
 

Vegna stýrið fyri PODAS Ekklesias

Bergur D. Joensen,         Ásbjørn Jacobsen,
formaður                         aðalskrivari

 

 

 

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð