Gud er trúfastur!

11. januar 2023

Í dag lesi eg í Bíbliuni, hetta geri eg hvønn morgun og hvørt kvøld. Tað er vorðið mær ein vani, eg ikki kann verða fyri uttan. Ferð eftir ferð komi eg fram á eggjandi kjarnuorð, annars komi eg niður á bíbliuorð, ið júst hóska sum dagsins orð, og ætlað mær. Tey styrkja og menna mín gerandisdag!

Bíblian gevur mær almikið. At sessast og byrja dagin við Guds orði, er besti vani, givin mær. Hetta, at kunna læra seg uttanat t.d. Guds orð frá morgunstundini saman við morgunkaffinum, broytir so nógv og ger dagin til hin besta í lívinum. Eg merki í mær munin áðrenn og aftaná bíbliulesnaðin. At byrja dagin við at lesa Guds orð, fari eg sanniliga at viðmæla øllum.

Hetta, at kunna biðja og samtala við faðir okkara í Himlinum, er gott og vælsignað. Bønaløturnar eru alsamt vaksandi og ein mennist á trúarvegnum, sum dagarnir ganga.

Kenni eisini, at bønaløturnar geva degnum eitt innihald. Orð leggjast afturat einfaldu bønini og gerast, sum tíðin gongur, alt meira ein samtala við Gud. Hetta er sera virðismikið.

Ofta skrivi eg bønir mínar. Savni tær síðan saman til seinni at nýta sum mína bønabók. Hon er nú vorðin fleiri blaðsíður.

- Harri Jesus Kristus sonur Guds, miskunna tú mær, syndara. – Henda bønin hevur djúpt innihald.

Ynski tær og tínum ein signaðan dag.

H.D.J. umsetti

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð