Lívið við og uttan Jesus!

16. januar 2023

Lívið uttan Jesus, er sum at liva uttan nakað mál.
Sum at renna uttan eitt mál.
Sum at kappast fyri at tapa.
Tú kanst seta tær eitt mál, men bara fyri at seta tær eitt nýtt mál, tá ið málið er vunnið.
Men enn eitt vunnið mál, ger teg ikki nøgdan.
Tú kann gleða teg til okkurt, sum skal henda í dag, men í morgin er tað fortíð.
Tú kann gleðast um at skapa góð minnir. Men skjótt eru tey gloymd. Ja, horvin út í onki, sum hava tey ongantíð verið.
Tómt og vónleyst.
Vónloysið kennist ongan enda at taka, og førir til angist og kúran.
Og hvør gleði er tá at finna? Og hvørja uggan skal ein leita eftir?
At gleðast um materiellan tómleika, er ein tóm gleði. Tí einki kann fylla tað tóma.
Tað er sum ein svampur, ið fellur á botn.
Sundursorlað verður hjartað, og fullar fløskur gerast skjótt tómar.
Hvør er tá meiningin við lívinum?
Alt er fáfongd segði Prædikarin.
Ja, lívið uttan Jesus, er tómt og vónleyst.


Men eitt lív við Jesusi, kann kosta tær alt.
Og, hvat er tá vunnið?
Jú, alt er at vinna, hóast alt verður mist.
Tí bara er tað eitt stutt og fáfongt lív, tað kostar.
Lívið, tú fært við Jesusi, er vón, tá alt tykist vónleyst.
Lívið, tú fært við Jesusi, er styrki, tá ið alt gongur tær ímóti.
Lívið, tú fært við Jesus, er ein hjartans friður í lívsins stormi.
Ja, sum at standa tryggur mitt í eini ódn.
Lívið, tú fært við Jesusi, er ein gleði, ið er størri enn alt annað, ið heimurin kann bjóða.
Lívið, tú fært við Jesusi, er vónin um tað æviga lívið.
Tað æviga lívið, ið ongan enda fær. Ta ævigu gleðina, ið ongan enda fær.
Aldri aftur skal tú kenna sorg, pínu ella angist. Og hvør gleði kann verða størri enn tann, at síggja fram til hendan arv?

Orð: Jonna Hansen

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð