• Mynd: Open Doors
  • World Watch List 2023 | Mynd: Open Doors

360 milliónir kristin verða forfylgd

18. januar 2023

Í dag varð "World Watch List 2023" almannakunngjørdur.

Tað er listin yvir lond, har harðskapurin móti kristnum er størstur. Tað eru 30 ár síðani listin sá dagsins ljós. Síðani World Watch List kom út fyrstu ferð í 1993, er forfylgingin av kristnum vaksin. Tølini hjá okkum vísa, at 360 milliónir kristin verða jagstrað fyri sína trúgv í dag.

Norðurkorea er aftur á fyrsta plássi á World Watch Listanum í 2023, meðan Afganistan er fallið fleiri pláss eftir at hava verið á fyrsta plássi í fjør. Hóast talið av kristnum, ið verða jagstrað, ikki er broytt í mun til í fjørð, eru týðilig tekin um, at styrkin í jagstranini er vaksin seinasta árið.

Eisini eru nýggj lond á listanum. Hetta eru lond, har kristin hava havt lutfalsligan frið at dyrka sína trúgv. Eitt av londunum er Mosambik. Okkara fólk, ið gera kanningararbeiðið, siga, at harðskapurin veksur alsamt, eisini ímóti kvinnum og børnum.

Les meira á heimasíðuni hjá OpenDoors: https://www.opendoors.dk/wwl2023 

Lat okkum minnast til at biðja fyri brøðrum og systrum okkara. 

Kelda: Open Doors Føroyar

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen

 

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð