PODAS-toymi til Íslands í apríl

28. februar 2023

Øll, sum ganga í PODAS, hava fingið tíðindini, at vit aftur ætla okkum til Íslands. Nú senda vit hetta til øll, sum hava verið á toymisferð við PODAS í Íslandi, og øll, sum hava gingið í PODAS. Verið vælkomin at taka lut antin við at vera í Íslandi ella biðja fyri ella stuðla á annan hátt tey, sum fara.

Fleiri, vit eru, sterkari eru vit, og longri røkka vit.

Farið verður eftir ætlan av Havnini við Norrønu mánadagin 10. apríl 2023, og komið verður aftur hósdagin 20. apríl.

Í 2018 avgjørdi PODAS saman við PODAS 3-flokkinum tað árið, at velja Ísland sum land, har vit kunnu læra og tæna.

Endamálið hjá PODAS er at knýta vinabond til brøðratjóð okkara fyri vestan og at boða gleðiboðskapin um Jesus. Á skránni vanligar dagar eru gudstænastur á ellisheimum um dagin og samkomur í kirkjum um kvøldi.

Hetta verður 6. ferðin hjá PODAS í Íslandi.

Vit hava verið á ferð um alt Ísland, ella vit hava hildið okkum til Reykjavík, men hesaferð er ætlanin serliga at vitja tey støð á Eysturlandinum, har vit áður hava verið.

Prísurin fyri hvønn er kr. 4.000. Ætlanin er at finna stuðlar til ferðina eisini.

Veri vælkomin til Hvalvíkar missiónshús leygardagin 4. mars, kl. 14.00-15.30 at fyrireika okkum til ferðina.

Sverri Steinhólm, prestur, og Ólavur Jacobsen, trúboðari hjá Heimamissiónini, verða ferðaleiðarar.

Til ber at tekna seg til ferðina hjá Rannvá Langgaard á: rannvalanggaard@gmail.com 
Upplýsið: Navn, føðidato, bústaður, fartelefonnummar og teldupostadressu.

Rannvá hevur tlf. 217108.
Hon svarar eisini spurningum viðvíkjandi ferðini.

Vinaliga,

Bergur D. Joensen,
skúlaleiðari

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð