PODAS-toymi til Íslands í dag
Í dag, 2. páskadag, fer eitt PODAS-toymi við Norrønu til Íslands. Tey eru 8 fólk og skulu eftir ætlan vitja og virka á Eysturlandinum í 8 dagar.
Á ferðini skipar toymið fyri sangløtu og andakt umborð á Norrønu.
Komin til Íslands fara tey at vitja Eldrasambýlir, hava møtir í fleiri kirkjum har um vegir, bønarmøtir, vitja fólk v.m.
Umframt at vitja á Seydisfirði, vitja tey eisini Egilstaðir, Eskifjørður, Fáskrúðsfjørður, Vopnafjørður og Neskaupstaðir.
Alt hetta verður gjørt í góðum samstarvi við kirkjuna og prestarnar á staðnum.
Føroyingurin, Helgi Joensen, sum býr Íslandi, verður við á ferðini og tulkar tá ið tað er neyðugt.
PODAS hevur í fleiri á skipa fyri toymisferðum til Íslands og hava vit verið sera væl móttikin.
Vit heita á allar PODAS-vinir, at biðja fyri toyminum, sum fer avstað í dag. At Harrin má signa ferðina frá byrjan til enda.
Myndirnar eru tiknar umborð á Norrønu stutt fyri fráferð.
Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen

