• Íslandstoymið 2023 við fráferð umborð á Norrønu.

Vit fylgja Íslandstoyminum á ferðini

12. apríl 2023

Fylg PODAS-toyminum á ferðini til Íslands. Ein stuttur samandráttur hvønn dag við myndum.

11. dagur. Hósdagur 20. apríl
Vit nærkast at leggja at í Føroyum. Hava havt góðan siglitúr, flott at síggja oyggjarnar og at sigla gjøgnum Djúpini, sólin skínur av tí fagrasta.
Umborð á Norrønu hava vit havt eina sangløtu og andakt, gott at syngja nógvar føroyskar sangir saman,, so sum, “ Sælasta vissa, Jesus er mín, hann er mín hirði , kallar meg sín …….
Vit eru takksom fyri ein góðan og gevandi túr í Íslandi og at vit hava havt møguleika at deila gleðiboðskapin um Jesus við Íslendingar. Takk Guð.
Takk øll sum hava fylgt okkum á facebook og á www.podas.fo. Takk fyri forbøn og uppmuntring. Guð signi tykkum øll.
Sí fleiri myndir - trýst her.

10. dagur. Mikudagur 19. apríl
Vit hava havt ein sera góðan dag, byrjaðu við at pakka og rudda av. Sólin bakaði og tað var lýtt, vit stillaðu okkum uttanfyri og høvdu eina takkarløtu, sungu nøkur kór og takkaðu Guði fyri varðveitslu og góð og gevandi upplivilsi á túrinum og løgdu dagin og ferðina heim í Guðs almáttugu hendur. Takk og aftur takk.
Helgi, sum hevur verið saman við okkum, samskift túrin og tulka boðskapin sum hevur verið talaður, takkaði og fór heim, hansara leiklutur hevur havt stóram tídning, vit eru so takksom fyri hansara arbeiði og at hann hevur verði við í toyminum. Vit onnur koyrdu frá Eyjólfsstaðir til Egilsstaðir har vit fóru at hyggja uppá býin, keyptu okkkum sera góðan ís og stukku inn í onkrar handlar fyri at uppliva hvat handilslívið hevði at bjóða vit hittu føroying, Dávid, sum heilsaði okkum tí hann hoyrdi at vit tosaðu føroyskt ???????? fingu stutt og gott prát um at vit vóru á missiónsferð.
So koyrdu vit til Seyðisfjarðar at síggja kirkjuna har, og gingu ein túr , presturin á staðnum vísti okkum kirkjuna.
Kunningar plakatir eru settar upp á einum staði í bygdini har fólk greiða frá ymiskum hendingum í samband við skalvalop í bygdini .
Vit eru komin umborð á Norrønu, skiparin segði okkum at vit kundu vænta okkum gott veður á ferðini heim.
Vit fara at hava andakt og syngja umborð á Norrønu kl 13 í morgin.
Takk fyri tøkkir til Guðs og forbøn. Vit takka fyri allar forbønir og leggja tykkum øll í Guðs hendur.
Sí fleiri myndir - trýst her.

9. dagur. Týsdagur 18. apríl
Í dag hava vit verið í Neskaupstaðir. Vit vitjaðu eldrasambýli, heima hjá prestinum og møti í kirkjuni. Tá vit komu inn á eldrasambýlið vóru vit møtt av eini føroyskari rødd, eini føroyskari kvinnu sum arbeiddi á heiminum, hon hevði búð í Neskaupstaðir í 25 ár, tað kendist væl.
Hon hjálpti okkum at samskifta við búfólkini tá vit ivaðust í onkrum. Vit møttu einum parið sum búði í íbúð sum partur av sambýlinum. Tey greiddi frá, at tey kendu fólk í Føroyum, og at Neskaupstaðir og Sandavágur eru vinarbýir og at tey høvdu verið á vitjan í Føroyum og Sandavági og komu at hitta fólk har frá sum tey høvdu navnið á, og sum eg kendi og kann bera heilsu til. Fólk úr Sandavági høvdu eisini vitja í Neskaupstaðir.
Tá ið tey hoydu at eg kendi tey sum tey kendu, vildu tey práta enn meira og greiða frá. Maðurin fór eftir eini heilsan sum hann hevði goymt í eini bók at vísa mær, har stóð navni á tí sum hann hevði fingið heilsanina frá, tá segði eg fyri honum at tað var ein skúlalærari hjá mær, og at eg kundi bera heilsu til hann og konuna. Vit fingu eitt so gevandi prát.

Ein eldri kona greiddi frá at hon átti barnabørn sum vóru fødd í Føroyum og høvdu búð har, men nú búðu í Íslandi. Onnur greiddu frá um onkra hending saman við føroyingum. Tey eru glað at hoyra okkum syngja og bera boðskapin um Jesus.
Starvsfólkini vóru sera blíð og bjóðaðu okkum sera góðan drekkamunn, tær høvdu sjálvar baka fína køku, pannukøkur við súltutoy og róma og sandvich køku heima og høvdu tað við, tað var so pent gjørt. Starvsfólkini hildu fyri, at hesa vitjan við sangi og boðskapi og hesi prátini við búfólkini fóru búfólkini at tosa leingi um, tað merktu tey.

Vit vóru boðin heim til prestin á Neskaupstaðir, ein gevandi løta. Presturin byrjaði løtuna á ellisheiminum við bøn og signing. Hon greiddi okkum frá, at bønin sum hon bað út frá, var úr sama teksti í Bíbliuni sum tann teksturin sum tann sum hevði andaktina læs upp. Tað helt hon var sera gevandi og ikki tilfeldugt, men givið frá Guði. Vit sungu sangin “ Mær tørvar altíð teg “ á eldrasambýlinum og nú hevði presturin funnið hann fram á Íslendskum og ynskti at vit sungu hann saman og tað gjørdu vit. Ein góð løta heima hjá prestinum.

Um kvøldið var møti í kirkjuni. Nakrir føroyingar vóru og eisini onnur. Vit bjóðaðu drekkamunn aftaná og bjóðaðu til turran fisk, turra grind, spik og eplir. Tað var forkunnugt at fáa fyri føroyingar í Íslandi. Nógv góð og gevandi prát.
Ein íslends kona greiddi frá, at tá hon var ung, minnist hon, at hon saman við øðrum fóru til teir føroysku útróðrarbátarnar við Bláberum og fingu skipskeks aftur fyri.

Vit takka hjartaliga Guði fyri dagin í dag. Í morgin fara vit at rigga av, og takka fyri ein sera góðan og gevandi túr í Íslandi við gleðiboðskapinum um Jesus og fara umborð aftur á Norrønu á veg heim.
Sí fleiri myndir - trýst her.

8. dagur. Mánadagur 17. apríl
Í dag gekk leiðin til Vopnafjørðin, tað var knapt 2 tímar at koyra frá Eyjólfsstaðir. Vit vitjaðu eldrasambýli í Vopnafyrði, har vit vóru hjartaliga móttikin og bóru teimum tann glaða boðskapin um Jesus. Vit fingu nógv góð prát, fleiri greiddu frá relatiónir við føroyingar, svigarson sum var hálvur føroyingur, móðir og dóttir har mamman er úr Føroyum.

Fleiri høvdu verið og ferðast í Føroyum. Ein eldri kvinna greiddi frá, at hon hevði arbeitt saman við 5 føroyskum kvinnum í sínum ungu døgum sum arbeiðskonur. Hon greiddi frá, at mamma hennara hevði vaskað klæðir fyri føroyskar útróðrarmenn. Eg blívi rørd av at hoyra hana greina frá.

Nú hava vit sungið saman í nakrar dagar og vant fleiri ferðir so nú gongur sangurin enn lættari. Vit kenna okkum tryggari at syngja.
Vit høvdu møti í kirkjuni, so livandi boðskapur og gott møti. Presturin byrjaði við felagsbøn og øll signaðu seg, Guð faðir, Guðs sonur, Guð heilagi andi. Vit fingu nógv gevandi prát, eisini hevði onkur frímóð at greiða frá at hann og hansara hús vóru frelst.Takk Guð fyri tað.
Í morgin fara vit til Neskaupstaðir. Takk fyri forbøn. Vit merkja at Jesus gongur framman fyri okkum. Takk fyri.
Sí fleiri myndir - trýst her.

7. dagur. Sunnudagur 16. apríl
Í dag var prestastevna, har prestar og kirkjuráðslimir í økinum komu saman. Vit vóru boðin at koma og greiða frá um PODAS og endamálinum við okkara ferð.
Tey fingu góða frágreiðing um okkara føroyska bíbliuskúla, har visjónin er at síggja menn og kvinnur vaksa í Jesu Krists náði alt lívið. Vit sungu tveir føroyskar sangir “Guds náði meg ber” og “ Mær tørvar altíð teg”. Vit vóru boðin at eta døgurða saman vit teimum, ein góðan sunnudagsdøgurða. Vit kenna okkum so signaði, fingu góð prát, tey eru áhuga at hoyra um PODAS og nú kenna vit fleiri av prestunum.

Seinnapartin vóru vit á vitjan heima hjá einum pari sum hoyrir til meinigheitina. Tey greiddu okkum frá sinum persónliga vitnisburði og trúnna á Jesus - sera gevandi. Konan vísti okkum eitt postkort, sum hon hevði fingið frá føroyskari konu á sínum ungu døgum, vit kendu hana og fingu sent heilsan heim.

Guðstænasta, hámessa, var í kirkjuni kl 20. Sverri prædikaði og Ólavur hevði vitnisburð á Íslendskum og vit sungu.
Til guðstænsstuna hevði presturin skriva bønir sum nøkur av meinigheitini lósu upp. Har bleiv biði á fyri Føroyum og føroyingum. Tað var rørandi.  Kirkjufólkið eru sera glað at hoyra okkum. Vit fáa góð prát. Vit hittu eina damu sum sang við kirkjukórinum, hon segði okkum, at hon hevði familju, trímenningar í Føroyum, sum onkur av okkum kendu, tað var so gevandi og vit kundu senda heilsu heim.
Í dag fara vit til Vopnafjørðin. Sólin er frammi, onkur hevur fingið sær ein rennitúr. Ynski øllum ein góðan dag og Guðs signing.
Sí fleiri myndir - trýst her.

6. dagur. Leygardagur 15. apríl
Veðrið her á Eysturlandinum er gott, turt og sólin hevur verið frammi fleiri ferðir í dag.
Í dag vóru vit í Fáskrúðsfyrði, tað tekur eini 45 min. at koyra frá Eyjólfsstaðir. Dagurin eydnaðist sera væl, vit eru so takksom til okkara faðir í himli.
    Vit vitjaðu eldrasambýli í Fáskrúðsfyrði. Vóru møtt við at búfólkini útstrála stóra gleði tá tey møta okkum. Ttey eru so takksom og fleiri greiða okkum frá, at tey hava kenningar í Føroyum. Tað framgongur av prátinum, at tey hava stóra virðing fyri føroyingum. Ein maður greiddi glaður frá at hann hevði fiskað undir Føroyum og hevði fleiri ferðir verið í Føroyum. Tey tosa so jaligt og eldhuga um Føroyar og føroyingar, tað er so gevandi hjá okkum at verða vitni til.
Vit uppliva at tað er veruliga slóðað væl fyri okkum, áðrenn vit koma her, av føroyingum, tí íslendingar vísa. at teir hava álit á føroyingum.
    Tess størri er uppgávan, at tað júst eru føroyingar sum eiga at ferðast til íslendingar við gleðiboðskapinum um Jesus. Tí tey eru trygg við okkum. Starvsfólkini eru blíð og tíð. Í práti við tey, siga tey at hendan vitjanin ger nakað gott við búfólkini. Eitt starvsfólk hevði familju í føroyum sum vit kendu, dugdi at siga nøkur føroysk orð.

Eftir vitjanina á eldrasambýlinum høvdu vit møti í kirkjuni. Presturin á staðnum var til staðar og hevði gjørt klárt. Hann byrjaði við bøn og bjóðaði okkum vælkomin og gav síðan okkum orðið. Fitt av fóllki vóru komin á møti. Meira enn vit høvdu rokna við. Eisini her vóru fleiri sum kendu føroyingar og sum høvdu familju í Føroyum. Vit fingu boða tann glaða boðskapin um Jesus og nógv góð prát. Enn ein uppbyggjandi vitjan.

Í morgun og ein annan dag vóru vit til handils, nýttu høvi uttanfyri at deila traktatir við boðskapi um Jesus út, á Íslendskum. Fólk eru sera vinarlig og bjóða okkum vælkomin til Ísland. Vit fáa fleiri góð prát um okkara endamál við ferðini, at boða gleðiboðskapin um Jesus. Vit hava nógvar og góðar løtur.

Í morgin skulu vit luttaka á eini prestastevnu. Eru boðin til døgurða, har skulu vit kunna um hvat Podas er og syngja onkrar sangir. Vit gleða okkum.
Sí fleiri myndir - trýst her.

5. dagur: Fríggjadagur 14. apríl
Dagurin byrjaði við undirvísing frá prestinum Vigfus, hann tosar væl norðurlendskt, tíðiligur og greiður. Seinnapartin vitjaðu vit á eldrasambýli í Seyðisfyrði. Presturin á staðnum var eisini við og bjóðaði okkum at verða vælkomin. Hevði bøn, og takkaði fyri boðskapin frá okkum við sangi og talu/vitnisburð, vit eru glað fyri at presturin luttekur.
Búfólkini vóru glað at heilsa uppá okkum- Tey spyrja um ferðina yvir og ynskja okkum góða ferð í Íslandi og tá vit aftur skulu sigla heimaftur, tey eru so fitt. Fleiri nevna, at tey kenna og vita um føroyingar. Ein eldri maður bað okkum ítøkiliga um at heilsa einum sum hann hevði silgt saman við, so tað er týðiligt at tað hava verið góðar og uppbyggiligar relatiónir millum føroyingar og Íslendingar. Starvsfólkini bjóðaðu okkum kaffi og nýkókaðar kleynir.
Eftir vitjanina í Seyðisfyrði gekk leiðin til Borgarfjør, har presturin Vigfus, var ferðaleiðari, hann er uppvaksin í Borgarfyrði og kennir tí staði, vit fingu góðar frágreiðingar, vitjaðu kirkjuna og sungu sangin “Tíðin rennur sum streymur í á” sum stendur á Føroyskum í teirra sálmabók.

Á veg til Borgarfjørð er uppsettur er krossur, hann er uppsettur við áheitan um at steðga á í bøn, tekstur stendur undir krossinum sum er nakað soleiðis “ Tú sum ferðast her framvið steðga á og gev Guði æruna." Vit steðgaðu eisini á við heimsins minsta handil.
Sí fleiri myndir - trýst her. 

4. dagur: Hósdagur 13. apríl
Vit takka Guði fyri dagin! Fyrrapartin fingu vit her á staðnum undirvísing frá Íslendskum presti, Vigfus. Hann greiddi frá um íslandsku kirkjusøgu og kristna trúgv. Sera áhugavert! Vit fáa tað fatan at tað er vøkstur tá talan er um kristna trúgv í Íslandi. Takk Guð fyri tað.
Vit hava vitja kirkjuna í Eskifyrði ídag, sera flott, og hitt prestarnar har, tveir í tali. Gott prát Teir vóru við okkum á eldrasambýli har og tóku lut í sangi saman við okkum og leiddu okkum í bøn.
Tann eini presturin segði, at hann sum 12 ára gamal var við fótbóltsliði í Føroyum. Hann var í Havn og í Suðuroy, mintist at tað rullaði illa við bátinum til Suðuroyar.
Vit vitjaðu Eldrasambýlið á Eskifyrði við andakt og sangi, vit hava lært okkum tveir Íslendskar sangir sum vit sungu saman við búfólki og starvsfólki, tey syngja væl við. Fleiri greiða okkum frá relatiónum sum tey hava við Føroyar, onkur hevur familju í Føroyum og onkur hevur ferðast í Føroyum. Tey eru so glað at hitta okkum og at hoyra gleðiboðskapin. Ein eldri kvinna greiddi frá, at hon hevði sungið í kirkjukóri. Hon kom og sang saman við okkum. Tey eru øll so blíð, vit fáa tað fatan at bæði búfólk og starvsfólk hava tað gott á eldrasambýlum her.
Vit steðgaðu á í Eskifyrði og vitjaðu stutt býin
Heimaftur komin fyrireika vit okkum við at biðja, takka, eftirmeta, venja sangir sum skulu framførast, og hugna okkum.
Takk fyri forbøn fyri toyminum.
Sí fleiri myndir - trýst her.

3. dagur: Mikudagur 12.apríl
Nøkur okkara byrjaðu dagin við at fara í eina svimjihøll, heitan útisvimjihyl, sauna og 41 gradir hitapott og 5-8 gradir kalt kar, sera góðar umstøður. Har var eisini høvi at tosa um andalig viðurskifti. Vit tosaðu við ein sum greiddi frá at mamma sín hevði lært hann um Jesus og at biðja, men hann hevði ikki gingið tað leiðina í lívinum, men um nakað keðiligt var í lívinum so hevði hann biðið til Jesus. Tað er so gott at kenna Jesus sum man kann venda sær til. Heima fyrireika vit okkum til ymiskar uppgávur í sambandi við at bera Guðs orð fram, t.d. venja sangirnar sum skulu framførast bæði á føroyskum og íslendskum.

Í dag vóru vit á eldrasambýli á Egilstaðir og høvdu andakt, sungu og fingu gott prát við tey eldru, sum syngja væl við og biðja faðirvár og trúðarjáttan hart í felag. Fleiri gjørdu vart við, at tey høvdu havt vinfólk og onkra relatión við føroyingar. Tey vóru so glað at møta okkum. Í kvøld var møti í kirkjuni í Egilstaðir, tað møttu nógv fleiri fólk enn vit høvdu væntað. Tað var so gott og vit fingu nógv góð andalig og gevandi prát. Tey vóru so væl nøgd at hoyra okkum og gevandi hjá okkum at hoyra um andaligan vøkstur á staðnum. Vit eru sera væl nøgd við vitjanirnar vit hava gjørt í dag, kenna okkum uppbygd. Æran er Guðs, vit takka Harranum fyri dagin. Lat okkum minnast at biðja fyri toyminum.
Sí fleiri myndir - trýst her. 

2. dagur: Týsdagur 11. apríl
Komu til Íslands týsmorgunin, høvdu góða ferð yvir hav, ongan sjóverk, men góðan siglitúr.
Tá ið vit vóru komin í land vóru vit boðin til bønarløtu á Egilstaðir, saman við prestum og meinigheit. Ein gevandi løta! Tey høvdu gjørt okkum morgunmat, so vit ótu saman við teimum, fingu gott prát og kendu okkum væl.
Vit búgva í leguhúsinum á Eyjolfstaðir. Góður bústaður og góðar umstøður, so vit hava tað gott.
Í morgin fara vit at hava andakt á eldrasambýli og møti um kvøldið í kirkjuni á Egilstaðir. Lat okkum minnast at biðja fyri toyminum.
Sí fleiri myndir - trýst her.

1. dagur: Mánadagur 10. apríl
Íslandstoymið 2023 fór av Havnini við Nørrønu kl. 13.00 í dag. Eftir eina góða máltíð umborð, skipaði toymið fyri møti/sangløtu umborð. Lat okkum minnast at biðja fyri toyminum.

Sí fleiri myndir - trýst her.

Rannvá Langgaard, sum er við í ferðalagnum, er tann sum skrivar frá ferðini.     

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð