Endagudstænasta og diplomhandan í Argja kirkju

03. mai 2023

Endagudstænasta og diplomhandan var í Argja kirkju 2. mai 2023.

Í mong ár hevur gudstænastan verið í Vesturkirkjuni og eftir gudstænastuna ein mátíð í Bovling á Hálsi.

Vegna serligar umstøður valdu vit at hava gudstænastu og máltíðina í Argja kirkju.

Fleiri enn 60 næmingar og floksleiðarar vóru við til gudstænastunai sum byrjaði kl. 18.00.

Bergur Debes Joensen, formaður og skúlaleiðari, leiddi gudstænastuna (liturgur) og Ásbjørn Jacobsen prædikaði.

Eisini var altargangur og forbønartænasta, har tey sum ynsktu tað, kundu koma fram til altarið og so varð biði fyri teimum.

Onnur kundu skriva ein bøn sum so verður latin stýrislimunum í PODAS at biðja fyri.

Mong nýttu eisini møguleikan at tendra eitt ljós.

Bergur Debes Joensen handaði næmingunum eitt diplom og floksleiðararnir fingu eisini eitt vakurt blómutyssi, sum tøkk fyri trúfesti og gott arbeiði hetta skúlaárið 2022-2023.

Teir flestu floksleiðararnir høvdu onkra uppgávu undir gudstænastuni sum t.d. inngangs- og útgangsbøn, fótatvátt, forbønartænastu o.a.

Eftir gudstænastuna vóru øll boðin til ein góðan døgurða á sama stað.

Vit eru Gudi takksom fyri eitt gott og gevandi kvøld.

Her eru nakrar myndir frá gudstænastuni.
Far til myndasavnið - trýst her.

Hvat er PODAS? Les meira her...

 

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð