Bíbliugleði og Bøn á Facebook

02. juli 2020

Kom og les í Bíbliuni saman við mongum.

Vit eru ein bólkur á facebook, ið hava sett okkum sum mál, at lesa brot úr Bíbliuni hvønn dag.

Ein bólkur er stovnaður á Facebook til endamálið. Bólkurin hevur navnið: "PODAS Bíbliugleði".

Hvønn dag leggja vit ein tekst út á Facebook, sum tit so lesa heima.

Endamálið við hesum bólkinum er, at stuðla og stimbra hvørannan at lesa í Bíbliuni.

Tú kanst gerast limur í bólkinum her: https://www.facebook.com/groups/bibliugledi/ 

Øll eru vælkomin!

Vit hava eisini ein Bønarbólk á Facebook við navninum: "PODAS Bøn".
https://www.facebook.com/groups/PODASbonarbolkur/

Øll eru vælkomin!

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð