Krossarplankin og aðrir timburstokkar

20. juli 2023

Krossurin er miðpunktið í frelsusøguni. Um krossurin verður tikin út úr Bíbliuni, er eingin loysn upp á syndatrupulleikan. Jesus doyði ein pínufullan deyða á krossinum, og har rindaði hann fyri allar heimsins syndir. Kortini eru tað ikki øll, sum blíva frelst, tí tey taka ikki ímóti hesu dýru gávu, sum verður rætt teimum.

Gud skapti trøini í síni tíð, og tað er løgið at hugsa sær, at nógv ár seinni kom sonur hansara at hanga á einum træi. Vit lesa um Jesu líðingarsøgu í Nýggja Testamenti, men í Gamla Testamenti standa ið hvussu er tvær frásagnir, sum vísa okkum, at Gud brúkar trø at hjálpa menniskjum.

Fyrra frásøgnin stendur í 2. Mós. 15,23. Fólkið gekk frá Reyðahavinum og inn í oyðimørkina Sjúr, og har reikaðu tey um í tríggjar dagar uttan at finna vatn. Tá komu tey til Mara; men tey kundu ikki drekka av vatninum, tí tað var beiskt, og harav navnið Mara. Tá grenjaði fólkið inn á Móses, sum rópti til Harran. Harrin vísti honum á eitt træ og bað hann blaka tað í vatnið, og tá varð tað drekkandi.

Seinna frásøgnin stendur í 2. Kong. 6,5. Einaferð komu profetasynirnir til Elisa og søgdu, at hølið, har teir fingu undirvísing frá honum, var alt ov trongt. Teir komu við tí uppskotinum, at allir skuldu fara oman til Jordan og taka hvør sín timburstokk og byggja eitt nýtt høli har. Elisa helt, at tað var eitt gott hugskot, men teir vildu hava hann at koma við sær.

Hann fór so við teimum, og teir fóru undir at fella trøini. Men ein teirra var óheppin. Sum hann feldi eitt træ, reyk øksarhøvdið av og datt niður í hesa djúpu ánna. Maðurin rópti við, tí hann átti ikki øksina sjálvur, hann hevði lænt hana. Elisa segði tá við hann: “Sig mær akkurát, hvar ið tú misti tað.” So skar Elisa eina grein av einum træi og blakaði hana út júst har. Tá flotnaði øksarhøvdið upp har, og maðurin kundi taka tað.

Paulus sigur, at Kristus sendi hann út at prædika evangeliið – ikki við klókum og vísum orðum, men so einfalt og greitt sum gjørligt – fyri at krossur Krists skuldi ikki missa kraft sína. Gud sigur jú eisini: “Eg skal oyða vísdóm hinna vísu, og vit hinna vitigu skal Eg gera til einkis.” 1. Kor. 1,17. 19.

Effie Campbell.

 

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð