Ísrael, Guds útvalda fólk?
Mong kristin vita, at tjóðin Ísrael verður kallað ”Guds útvalda fólk”. Hvaðan kom henda vitan? Eru ísraelittar einasta útvalda fólk?
Guds útvalda fólk
Bíblian hevur mangar ávísingar, ið lýsa ísraelittar sum Guds útvalda fólk. ”Tí at tú ert tjóð, sum ert halgað Harranum, Gudi tínum; teg hevur Harrin, Gud tín, kosið til at vera fólk sítt fram um allar tjóðir á foldum.” (5 Mós 7,6)
Ein onnur ávísing er henda - «Hvar á fold er tjóð, ið kann metast javnt við fólk títt Ísrael, ið Gud kom at loysa út til at vera ognartjóð sín til tess at vinna sær giti og sýna teimum miklar gerðir og øgiligar við at reka aðrar tjóðir og gudar teirra undan fólki sínum, ið hann loysti út úr Egyptalandi? (2 Sám 7,23)
Gjøgnum Gamla Testamenti síggja vit Guds náði og umsorgan fyri Ísrael. Hetta var kveikt av sáttmálaviðurskiftunum, hann hevði við Ábraham. Hann kunngjørdi lyfti síni um yvirflóð av signingum til Ábrahams. ”Eg skal gera teg til mikla tjóð og vælsigna teg, so at tú verður navnframur og til signingar. Ja, tey, ið vælsigna teg man eg vælsigna, og tey, ið biðja ilt fyri tær, skal eg banna; allar ættir jarðarinnar skulu fáa signing av tær.” (1 Mós 12,2-3)
Síðan lesa vit í Bíbliuni, hvussu Gud bjargaði ísraellitar, eftirkomarar Ábrahams, og hvussu hann leiddi tey inn í tað lovaða landið. Hóast frumsøgurnar serstakliga løgdu dent á Ísrael, var Guds kærleiki og frelsa ikki bara ætlað teimum.
Útveljingin hevði eitt endamál
Gud útvaldi Ísrael ikki bara til frelsu. Frelsan hevði eitt endamál. Tá ið Gud kunngjørdi, at Ábraham skuldi vera til signingar fyri allar ættir, meinti hann allar tjóðir. Ísrael skuldi verða ein signingarrás hjá øllum tjóðum og ættum. «Um tit nú vilja lýða rødd míni og halda sáttmála mín, so skulu tit vera ogn mín fram um allar tjóðir, tí at mín er jørðin, og tit skulu vera mær prestaríki og heilag tjóð! Hetta eru tey orð, ið tú skalt mæla við Ísraelsmenn.»(2 Mós19,5-6) Ísrael varð kallað til at sýna Guds sinnalag og sanna lyndi og tæna honum og tilbiðja hann sum tann sanna Gud. Allar tjóðir skulu uppliva Guds undur og vakurleika.
Innbjóðingin ætlað øllum
Síðan kom Jesus og uppfylti leikpartin sum ”tann útvaldi”. Við honum kunna øll menniskju gerast sátt við teirra faðir og uppliva ævigt lív. Tá ið vit tóku ímóti Kristusi sum Harra og frelsara, vórðu vit boðin at gerast eitt útvalt fólk. «Vit átaka okkum leiklutin sum útvalda tjóð, ein kongaligan prestaskap.» (1 Pæt 2,9)
Gods-TV
H.D. Joensen