Bíblian hjá mammu

25. august 2023

Tá ið eg fór úr skúlanum, legði mamma sína egnu Bíbliu niður í kuffertið hjá mær. Á fremsta blaði hevði hon skrivað: ”Les hvønn morgun og hvørt kvøld eitt stykki í hesi bók, mítt góða barn, og mátti Gud lagt sína signing hartil.” Árið eftir doyði hon.

25 ár seinni var eg einaferð á ferð og fór inn á eitt gistingarhús, sum lá við eina lítla tokstøð. Har vóru mong ferðafólk, og eftir nátturðan kom ein ferðamaður, sum hevði verið darvaður av onkrum, og bað um innivist. Teir vístu honum so á kamar mítt, har hann kundi gista um náttina.

Av tí at tað longu var so seint, umbar eg meg og breyt samrøðu okkara av og tók Bíbliu mína – ta gomlu hjá mammu mínari – fram og las ein kapittul. Síðani legði eg meg, men læt Bíbliuna verða ligjandi á borðinum. Tá ið eg vaknaði morgunin eftir, var hin ferðamaðurin longu farin við einum toki, sum fór so tíðliga. –

Mong ár seinni var eg limur í einum kirkjuliði í New York. Vit høvdu samtalumøti eina ferð um vikuna. Hesi møti høvdu eina serliga atdráttarmegi á fremmandafólk, og vóru altíð nógv fólk á hesum møtum. Eitt kvøldið helt prestur sum vant eina stutta talu sum innleidning til samrøðuna.

Evnið hjá honum var: ”Eitt og hvørt talað ella skrivað orð hevur annaðhvørt eina góða ella eina ringa ávirkan fyri ævinleikan.” Eftir at fleiri í kirkjuliðinum høvdu sagt okkurt um hetta, var tað ein maður, sum fór á føtur og bað um loyvi at siga frá egnu royndum sínum í so máta. Hann segði so frá hesum:

”Fyri mongum árum síðani, tá ið eg enn ferðaðist um, mátti eg einaferð hava kamar saman við einum øðrum ferðamanni á einum gistingarhúsi við eina lítla tokstøð. Mín ferðafelagi las ein kapittul í Bíbliu síni, áðrenn hann legði seg at sova, tí sum hann segði, hann vildi gera, sum mamma hansara sála, hevði viljað. Av tí at eg ikki vildi sova, las eg eisini ein kapittul, av tí at eg var forvitin eftir at fáa Bíbliuna upp í hondina og fáa at vita navnið á hinum ferðamanninum. – Fremst í Bíbliuni stóð umbønin hjá mammuni til hansara um hvønn morgun og hvørt kvøld at lesa eitt stykki.

Í mong ár hevði eg ikki lisið í Bíbliuni, men tá ið eg blaðaði gjøgnum hesa Bíbliuna, fann eg eitt bíbliuvers fyri og annað eftir undirstrikað, og tí las eg við vaksandi áhuga, til eg bilsin sá, at náttin var farin, og tíð var hjá mær at fara oman á tokstøðina. Síðani ta náttina havi eg verið bíbliulesari. Tað var fylgjan av teimum fáu orðunum, sum ein gudrøkin mamma hevði skrivað til sín unga son.”

Tá ið hann var liðugur við frágreiðing sína, reistist eg og segði, at tað var eg, sum hevði kamar saman við honum, og saman við honum kundu vit takka Gudi, at vit nú báðir gingu á sama vegi.

”Himmelveien”
Effie Campbell umsetti.

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen

 

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð