JØDI KOM FRÁ BILVANLUKKUNI VIÐ LÍVINUM OG MØTIR JESUSI

03. oktober 2023

Ein jødi, Alexey á navni, varð tikin av politinum, tí hann stjól bilar. Sat nú í fongsli uttan nakra vón; men Jesus kom og gav honum satt frælsi aftur.

Alexey vaks upp í einum av kaldastu pørtum av Russlandi. Har var tvørligt at fáa nakað arbeiði, bestu ráðini, vinirnir kundu geva honum, um hann á skjótasta hátt kundi gerast ríkur, var at stjala bilar. Ein dagin, sær hann ein bil, ið nógv fólk spurdi eftir á svarta marknaðinum. Hann gjørdi skjótt av og stjól bilin; men áðrenn hann fekk høvi at rýma avstað við bilinum, umringaði politiið bilin.

Alexey megnaði at flýggja og koyrdi við fullari ferð undan politinum uttan framljós, og út av einum hamarskletti fór síðan rullandi omaneftir. Bilurin varð í sori og sjálvur fekk hann á undursaman hátt onga skeinu.

Leikur endaði við, at vinir hansara ætlaðu at lumpa hann og geva hann upp í hendurnar á politinum. Men, av tí at hann ongan skaða hevði fingið, var tað trupult hjá politinum at halda, at tað var hann, ið stolið hevði bilin. Politiið bukaði hann tá so mikið, at hann sá út eins og hann kom undan vanlukkuni.

Til alla lukku leitaði mamman sær hjálp. Hon fann hana í eini evangeliskari kirkju. Kirkjufólkið fór beinan vegin at biðja fyri Alexey; men rætturin dømdi hann í fongsul.

Møtti Jesusi

Á eini vitjan gav mamman honum eina Bíbliu. Hann fór at lesa í henni og steðgaði við mangt, ið snúði seg um Jesus og foldarlív hansara. Alexey segði ja til Jesus og vendi um. Hann tók ímóti Jesusi sum sínum Harra og frelsara.

Meðan hann bað, sá hann sólarljósið finna sær veg gjøgnum fongsulsins múrar. Ein vón birtist í hjarta hansara, og í stundini kendi hann á sær, at Jesus var á veg at frelsa hann.

Næsta dag, varð hann leyslatin.

Í dag eru hann og konan trúboðarar og breiða Jesu kærleika út til fólkið.



H.D. Joensen, umsetti.

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen

 

 

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð