Hvat verður av komu hansara?

20. oktober 2023

” ...og hetta skulu tit tá fyrst vita, at í teimum døgunum skulu koma spottarar við spotti, sum ganga eftir sínum egnu lystum og siga: «Hvat verður úr fyrijáttanini um komu hansara?” Seinna almenna bræv Pæturs, kapittul 3

Hvørja ávirkan mundi tað havt á okkum, um vit fingu boð um, at Kristi afturkoma skal vera í morgin? Hesi boð koma ikki, tí hann kemur sum snarljósið. Men um tað nú hendi - ? Hvørja kenslu hevði tað havt við sær? Ræðslu og vónloysi? Óvissu og iva? Ella longsul og gleði? Paulus skrivar um at elska opinbering Krist. Hava vit tað á sama hátt? Liva vit lív okkara soleiðis, at vit elska afturkomu Krists?

Hann kemur. Tað er tað einasta, sum enn vantar at verða uppfylt. Tað, ið Jesus annars minti á skuldi henda, er hent. Hann talaði um líðing og deyða sín, um uppreisnina og himmalferðina, um hvítusunnudag og alheimsmissiónina, um oyðing Jerúsalems og forfylging av ápostlunum. Tað er hent alt samalt út í æsir, út í punkt og prikk. Bara eitt vantar: Hann skal koma at døma livandi og deyð.

Heimurin sýnir hugmóð, kastar upp á nakka, spottar og flennur at hesi talu. Tað er nú ikki løgið. Trúgva vit ikki á hin upprisna og lurta eftir rødd hansara, vil boðskapurin um afturkomuna ljóða sum tápulig tala. Men hava vit hoyrt orðið um uppreisnina og trúgva tí, vita vit eisini, at tað kann draga eina linju frá páskadegi til evsta dag. Hann kemur. Tí hann reis upp. Hann kemur. Tað hevur hann sagt. Og tað er okkum nóg mikið.

”Pápi, so mugu vit fáa tað skipa soleiðis, at vit koma høgrumegin trónina tann dagin!” Soleiðis segði ein smádrongur, tá ið pápin hevði fortalt, hvussu Jesus hevur greitt frá dómadegi, har hirðin skilti geitirnar frá seyðinum.

Vit mugu geva dreinginum rætt. Og tí vilja vit stríðast fyri at liva eitt framhyggandi kristinlív í dagligari vantan.
Harri, vit bíða eftir tíni sælu.

Skrivað hevur John S. Myllhamar

 

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen

 

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð