Ein bøn til jóla

11. desember 2023

Fyrigev okkum, kæri Gud,
av tí at vit fjala týdningin av jólunum
undir glitri og granni, ævintýrum og mytum.

Fyrigev okkum, kæri Gud,
av tí at vit læra børn at líta
meira upp til ein kinnareyðan jólamann
enn til Jesusbarnið.

Fyrigev okkum, kæri Gud,
av tí at vit syngja um frið á jørð,
meðan vit hava illvilja móti næsta okkara.

Fyrigev okkum, kæri Gud,
av tí at vit syngja ”Æra veri Gudi á høgum”,
meðan vit æra okkum sjálv og pengar okkara.

Kæri Gud,
Lær okkum hesi jól at koma við tí einfaldu
eyðmýktini hjá hirðunum og trúfestinum hjá
teimum vísu monnunum at finna Immanuel,
”Gud við okkum”.

Tidernes Tegn.
Effie Campbell umsetti.

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð