Palestinar droyma Jesus. 200 menn sóu Jesus sjónliga

28. desember 2023

Hóast lemjandi trupul viðurskifti í Gaza, er Gud støðugt við í øllum. Jesus birtist í dreymi fyri 200 monnum, sambært frásagnum frá fjaldum kirkjufelagsskapum, ið tæna á Gazaleiðini.

Michel Licona, ovasti, í einum av hesum kirkjum, sigur frá undursomum tíðindum á sínum Facebook vanga. Hann hevur fingið at vita frá kristnum vinum í Gaza, at tað hevur verið ein yvirnatúrligur røringur í frá Gudi, eftir at hann vitjaði 200 menn í Gaza.

Michael skrivaði: ”Í farnu viku fjálgaðu vit um hjá hundraðtals fedrum, ið mist høvdu meginpartin av børnum sínum av krígsáðum. Vit fluttu hesar menn á trygt stað, góvu teimum mat, vaskaðu klæði teirra og lósu fyri teimum úr Bíbliuni til tess at bera teimum friðarheilsan haðani og signing frá Jesusi úr tí heilagu skrift.”

Hann helt fram og segði: ”Síðan hendi eitt stórt undur. Í gjárkvøldið sýndi Jesus seg í dreymi fyri meira enn 200 monnum! Teir eru vendir aftur fyri at læra meira av Guds orði og spurdu, hvussu ein skal læra at fylgja Jesusi.»
Mong hava steðgað á til tess at kanna hetta gjøllari. Tey halda sum givið, at tað er ein av teimum svaraðu bønunum fyri palestinum.

Michael sigur, at palestinum tørvar frælsi. Hann sigur eisini seg vera í parti við Ísrael í hesum bardaga, ikki gudfrøðiliga, men av tí, at Hamas og tey, ið stuðla hesum bólki, eru av hinum ónda. Tó veit eg, at ikki allir palestinar stuðla Hamasi. Veruliga fara tey at verða hart revsað, um tey verða illkend fyri ikki at stuðla Hamasi.

Latið okkum biðja um, at hesin bardagi fær ein bráðan enda, og at Ísrael fær ruddað burtur Hamas, so palestinar gerast leysir av teimum.

Umframt hesi tíðindi, greiddi Joel Resenberg við CBN News, um álvarsomu støðuna hjá teimum kristnu. Sambært Joeli, kunna kristnu palestinarnir ikki rýma úr býnum, hóast Ísrael gevur boð um hetta. Hann segði: «Tey eru ræðslusligin og tora ikki at fara suðureftir, ti tey eru ikki muslimar. Sum kristin óttast tey fyri, at Hamas og islamisk Jihad og aðrir harðrendir islamistiskir ekstremistar, fara at myrða tey.»

Latið okkum framhaldandi biðja um, at Gud heldur fram at virka í hesum ófatiliga sorgarfulla bardaga.

GOD NEWS
H.D. Joensen,umsetti

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð