Ísrael og heimsvekingin
Eftir innlendis tíðindum haðani 12. mars 2024!
Visti tú, at Ísrael er lykilin at heimsvekingini? Í Bíbliuni finnast mong rit, ið eru okkum til hjálpar at skilja hetta. Latið okkum byrja við Fyrstu Mósebók 12,3 ”Ja, tey, ið vælsigna teg, man eg vælsigna, og tey, ið biðja ilt fyri tær, skal eg banna; allar ættir jarðarinnar skulu fáa signing av tær.”
Hetta spáar Gud Ábrahams ætt, at hann fer at nýta ættarfólk Ábrahams at vera til signingar hjá øllum heimsins tjóðum. Hetta bíbliuvers sigur okkum, hvørja ætlan Gud hevur í huga gjøgnum fólk sítt um allan heimin.
Afturkoma Ísraels og frelsu tjóðanna
Í Ezekiels bók: 36, 22-27 stendur; ”Sig tí við Ísraels hús: So sigur Harrin, drottin: Tað er ikki tykkara vegna, hús Ísraels, at eg taki mær um reiggj, men heldur um mítt heilaga navn, ið tit hava vanhalgað úti millum tjóðanna, hvar tit komu … Eg skal halga mítt mikla navn, ið tit hava vanhalgað teirra millum, og tjóðirnar skulu viðurkenna, at eg eri Harrin … Eg skal taka tykkum burtur úr tjóðunum og savna tykkum saman úr londunum og flyta tykkum heim aftur í land tykkara. Tá støkki eg reint vatn á tykkum, so at tit skulu verða reinir; eg man reinsa tykkum frá øllum óreinskum og hjágudum tykkara. Eg gevi tykkum nýtt hjarta og leggi nýggjan anda og gevi tykkum hjarta av holdi. Anda mín leggi eg tykkum í bróst og fái tað so í lag, at tit fara eftir fyriskipaðum mínum og varðveita boðorð míni og halda tey.»
Hetta orðið úr Skriftini, sigur, at jødiska fólkið vendir aftur til Ísraels uttan at kenna hann. So kemur Heilagi Andin yvir teir og tekur burtur steinhjartað og gevur teimum hjarta av holdi. Hetta er tað, ið hendir í dag!
Tjóðirnar fara at kenna Harran, tí Gud sýnir seg gjøgnum Ísrael. Tað er hetta greiða sambandið millum Ísraels afturkomu til teirra egna land og tær tjóðir, ið læra Harran at kenna. Frelsu, og veking! Seinast í 1800-talinum fluttu jødar í túsundatali aftur til Ísraels sum niðursetufólk at dyrka oyðimarkalandið. Hetta var ein uppfylling av tí, ið profeterað varð! Stutt aftaná kom walisiska uppafturvekingin og seinni Azuza Street vekingin. Meira enn ein millión tóku við kristnu trúnni. Hetta er tað stóra ríkidømi, Paulus talar um í Rómverjabrævinum, kap.11. Hesi bæði nevndu vórðu kend fyri ta frelsu , tekin og undur, ið við fylgdu.
Ísrael og størri ríkidømi
”Men er fall teirra heiminum eitt ríkidømi, og er skaði teirra heidningunum eitt ríkidømi, hvør mikið meira tá, um teir koma allir sum ein. Men við tykkum, tit heidningar, sigi eg: So satt sum eg nú eri heidningaápostul, virði og tænastu mína, um eg kundi vakt ættarmenn mínar til ágrýtnis og frelst onkrar av teimum. Tí at er burturrekstur teirra ein sáttargerð fyri heimin, hvat verður tá viðtøka teirra annað enn lív av deyðum?» (Róm 11,12-15)
Paulus fortelur í Rómverjabrævinum, kap. 11, um tað, synd Ísraels og afturvísing merkja fyri heimin. Søgan endar ikki her. Hon heldur fram at meta um, hvør teirra inklusjón og samtykki merkja fyri heimin. Í seinni árum eru jødar í hópatali komnir heim aftur til tað land, ið lovað varð teimum. Nú viðurkenna mangir jødar, meira enn nakrantíð áður, Jesus, sum frelsara teirra og Messias.
Paulus myndar hetta, tá hann sigur: ”Tí at eg skammist ikki við gleðiboðskapin, tí at hann er Guds kraft til frelsu fyri hvønn tann, ið trýr, bæði fyri Jøda fyrst og síðan fyri Grikka.» (Róm 1,16)
Í hvørji bygd og býi, Paulus kom, vitjaði hann fyrst jødisku kristnisamkomurnar at deila saman, orðið. Eg mæli tykkum, til tess at heimurin kann fáa signing, fyrst at boða Jødum gleðiboðskapin, síðan heiminum. So lat okkum taka við Paulusar eggjan. Lat okkum ikki gloyma sambandið, ið er millum Ísrael og heimsvekingina. Tá ið biðið verður um frelsu Ísraels, kunngera vit samstundis, at heimsvekingin er á veg.
Gods TV.
H.D. Joensen, umsetti