Hvussu eggja Ísrael at sýna vanlæti

16. mars 2024

Hvussu kunna vit, heidningar, eggja Ísrael at sýna vanlæti?

Gud hevur eina ætlan. Ætlan hansara heldur á gjøgnum alla søguna, alt fram at hesum degi. Tær broytast ikki. Viðvíkjandi ætlanum hansara við Ísrael, er hann trúfastur og heldur fast við sáttmálan, hann gjørdi við Ábraham og eftirkomarum hansara. Hansara ætlan fevnir eisini okkum. Men, hvussu við burturvísingi av Jesusi? Paulus sigur greitt um hetta í Rómverjabrævinum (11,11). Eg sigi tí: “Snávaðu teir tá, til tess at teir skuldu falla? Á ongum sinni! Men við falli teirra er frelsan komin til heidningarnar, fyri at tað skuldi vekja teir til ágrýtnis.”

Hvat merkir at eggja til vanlæti?

Hvat merkir tað, Paulus skrivar í Róm 11,11? Hvussu kunna vit, heidningar,kunna eggja Ísrael at sýna vanlæti? Paulus svarar spurninginum um, hvørt Ísrael hevur snávað ov mikið at kunna falla. Hann svarar avgjørdur: “Avgjørt ikki!”; men frelsan er komin til heidningarnar ella tjóðirnar fyri at eggja Ísrael at sýna vanlæti. Vanlæti kann vera ein rættvísur vegur hjá Gudi sjálvum. “Tí at Harrin, Gud tín, er oyðandi eldur, vanlátur Gud! (5 Mós 4,24)

“Teir, Ísraelsfólk, vakti vanlæti mítt við tí, sum ikki er Gud, reittu meg við fánýtis gudum sínum. Eisini eg skal vekja vanlæti teirra við tí, sum ikki er fólk, reita teir við tjóð av dárum.” (5 Mós 32,21)

10 Boðini siga greitt, at vit ikki skulu girnast. Hetta merkir, at vit eiga at vera nøgd við tað, Gud gevur okkum, og at vit av hjarta eiga at unna næsta okkara tað, ið Gud gevur honum. Hetta fevnir lógin um, profetarnir, ja enntá Jesus sjálvur. Vit, heidningar, fáa loyvi at taka við teimum lyftum, givin eru, gjøgnum Jesus. Vit fara at uppliva alt tað, jødiska fólkið vónar og bíðar eftir.

“Men við tykkum, tit heidningar, sigi eg: So satt sum eg nú eri heidningaápostul, virði eg tænastu mína, um eg kundi vakt ættarmenn mínar til ágrýtnis og frelst onkrar av teimum. Tí er burturrekstur teirra ein sáttargerð fyri heimin, hvat verður tá viðtøka teirra annað enn lív av deyðum?” (Róm 11,13-15)

Drivin av kærleika

Samanumtikið. Hvussu eggja vit Ísrael til vanlæti? Gleðiboðskapurin er komin til okkara, og vit hava av náði tikið við fyrigeving syndanna í Jesusi Kristi. Fyltir við Heilaga Andanum og við at sýna Guds kraft og kærleika í hjáveru Heilaga Andans. Soleiðis uppfylla vit hetta skriftorðið. Hetta er tað, sum Ísrael leingist eftir. Frá byrjan av, ella í fyrstani, hevur Gud boðið okkum at ognast persónlig viðurskifti við seg, og saman at fylkjast og njóta lívið í hansara njótingar urtagarði.

GODS – TV 14. mars 2024
H.D. Joensen, umsetti

 

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð