Guds kærleiki er bæði sannur og hjartaligur
“Úr fjarlegd birtist Harrin honum: Við ævigum kærleika havi eg elskað teg, tí vart tú leiddur av miskunn míni.” (Jer 31,3)
Sannur kristin kærleiki til Ísrael og jødiska fólkið, er tað fremsta og týdningarmiklasta bæði fyri kristna heimin og kirkjuna. Hví? Tí sjálvt grundarlagið fyri kristnu trúnni byrjaði við einum lítlum bólki av fólki haðani. Bíblian, Guds orð, varð givið okkum gjøgnum jødiska fólkið. Tað var ættarfólk Ábrahams, ið á fyrsta sinni fekk Harrans lóg, síðani er hon varðveitt og latin víðari ættarlið eftir ættarlið Ábrahams; tí natúrliga oliventrænum, og nú ættleitt húsfólki Guds.
Rættu fatanina fáa vit, tá ið vit viðurkenna okkara samband við Ísrael og jødiska fólkið. Vit kunnu ikki nokta fyri, at hetta hevur alstóran týdning innan okkara trúarlív og okkara framtíðar dreymar.
Sannur kærleiki; ikki sálarligur
Um vit elska Ísrael á sálarligan hátt, fer hesin kærleikin so líðandi at følna. Tá ið vit standa framman fyri fólki haðani og kanska merkja teirra lyndi og brek, hvørvur sálarligi kærleikin. Hann verður tá ógvuliga eintáttaður, tá hann kemur frá okkum sjálvum. Er okkara kærleiki samsvarandi bíbilskum sannleikum og opinberingum av Heilaga Andanum, er hann hjartaligur og óvikandi.
Vit elska og biðja fyri Ísrael, tí Gud valdi sær hesa tjóð, ið varð vald fyri at vísa allari mannaættini sín sáttmálakærleika. Gjøgnum hansara óvikandi kærleika og alsk fyri Ísrael upp ígjøgnum tíðirnar, skilja vit, at Gud er trúfastur sínum fólki. Okkara trúfasti Faðir er ikki liðugur við sáttmála sín og síni lyfti, hann gav Ísrael. “Um ævir hann minnist sáttmála sín, gjøgnum túsund ættir tað orðið hann gav.” (Sálm 105,8)
Tí mugu vit hava pláss í hjørtum okkkara og gudfrøðini fyri Ísrael og jødiska fólkinum. Eitt slíkt stað fremur kærleika og einleika millum jødar og heidningar, ið uppfyllir Guds orð um tað nýggja menniskja, sum Efesusbræv Paulusar skrivur um í kapittul 2.
Hjartaligur kærleiki til Ísrael og Jesu afturkoma
Sum trúgvandi, so liva vit ikki bara fyri tíðina í dag, men vit síggja fram til dagin, tá ið Jesus kemur aftur og reinsar okkum og fyri tí degi, har hann opinberar seg sjálvan. “Og ein og hvør, sum hevur hesa vón til hansara, reinsar seg sjálvan, eins og hann er reinur.” (1 Jóh 3,3)
Gerandisdag okkara liva vit á ein hátt, ið kann hjálpa til “at framskunda Jesu afturkomu”. Vit vita greitt frá Skriftini, ikki kemur aftur, fyrrenn Ísrael rópar: “Baruch Haba B’shem Anodai!” “Signaður veri hann , ið kemur í Harrans navni.” Hetta er ein almenn regla á hebraiskum í dag, ið merkir: “Vælkomin!”
Tí víkur ein hjartaligur kærleiki til Ísrael ongantíð frá at boða gleðiliga boðskapin, góðu tíðindini, saman við okkara jødisku brøðrum og systrum. Ein hjartaligur kærleiki trýr og biður um, at alt, Ísrael verður frelst og fara at bjóða Jesusi vælkomnum.
Ein bøn
Gud, vár faðir, víðka hjarta mítt, so eg betur elski Ísrael av reinum og hjartaligum kærleika. Opna eygu míni, at eg má síggja Ísrael og jødiska fólkið, sum tú sært tey. Heilagi Andin, veit hjarta mínum eina opinbering at skilja, tínar stóru ætlanir. Eg elski tað, tú elskar. AMEN!
“Tí at um so fjøllini vikast og heyggjarnir ridla, skal tó kærleiki mín ikki frá tær víkja og friðarsáttmáli mín ikki gretta, sigur Harrin, miskunnari tín!” (Jes 54,10)
GOD-TV.
H.D. Joensen