• Málningur eftir: Hilmar J. Højgaard | Mynd: Bergur Debes Joensen

Fótatvátturin, eitt fyridømi

01. apríl 2021

Tað var tætt fyri páskahátíðina; Jesus visti, at tími hansara var komin, til at hann skuldi fara burtur úr hesum heimi til faðirin, og líkasum hann hevði elskað sínar egnu, sum vóru í heiminum, soleiðis elskaði hann teir líka til enda.

Og meðan kvøldmáltíð varð hildin, tá ið djevulin longu hevði skotið inn í hjartað á Judasi Símunarsyni Iskarjot, at hann skuldi svíkja hann, og tá ið hann visti, at faðirin hevði givið honum allar lutir í hendur, og at hann var komin frá Guði og fór til Guðs, tá reisist hann frá kvøldmáltíðini og leggur yvirklæðini av sær og tók ein líndúk og bant hann um seg.

So stoytir hann vatn í vaskiílátið og tók at tváa føturnar á lærusveinunum og turka teir við líndúkinum, sum hann var umbundin við.

Hann kemur tá til Símun Pæturs, og hann sigur við hann: «Harri, tváar tú føtur mínar?» Jesus svaraði og segði við hann: «Tað, sum eg geri, skilir tú ikki nú; men seinni skalt tú skilja tað.»

Pætur sigur við hann: «Aldri á ævini skalt tú tváa føtur mínar!» Jesus svaraði honum: «Tvái eg tær ikki, hevur tú ikki lut saman við mær!» Símun Pætur sigur við hann: «Harri, ikki bert føtur mínar, men eisini hendurnar og høvdið.»

Jesus sigur við hann: «Tann, sum er tváaður, hann hevur ikki fyri neyðini at tváa sær (uttan um føturnar;) men hann er reinur allur sum hann er. Og tit eru reinir, men ikki allir.» Tí at hann kendi tann, sum skuldi svíkja hann; tí segði hann: «Tit eru ikki allir reinir.»

Tá ið hann nú hevði tváað føtur teirra og latið seg í aftur klæðini og var setstur aftur, segði hann við teir: «Skilja tit, hvat eg havi gjørt við tykkum? Tit kalla meg «Meistara» og «Harra», og tit siga rætt; tí at eg eri tað. Tá ið nú eg, harrin og meistarin, havi tváað føtur tykkara, tá eiga eisini tit at tváa hvør annan um føturnar. Tí at eg havi givið tykkum eitt fyridømi, til tess at líkasum eg gjørdi við tykkum, soleiðis skulu eisini tit gera.»

Jóh. 13,1-15

Lagt út: Ásbjørn Jacobsen

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð