Tú ert væntaður

10. januar 2023

Tann kendi trúboðarin Moody sigur frá, at í barndómsheimi sínum vóru nógv systkin. Pápin doyði ungur, móðirin kom sostatt at sita einkja.

Tá ið elsti sonurin var vorðin tilkomin, vónaði móðirin, at hann skuldi hjálpa til at uppihalda børnunum og henni, men hann sveik og fór burtur úr heiminum.

Moody sigur frá, hvussu móðirin gekk har heima og væntaði og bíðaði eftir, at sonurin fór at koma heim aftur, og tá ið borðreitt varð, stóð altíð ein borðiskur eisini til hansara sum tekin um, at hann var væntaður.

Tá ið óveðrið leikaði á, kundu børnini á náttartíð vakna av, at móðir teirra lá á knæ og bað hart: ”Harri er hann á havinum í hesi nátt, tá halt tína verndarhond yvir hann!”

Eitt kvøldið seint bankaði á vindeygað; tey vórðu ógvuliga kløkk, men so ljóðaði røddin uttanfyri: ”Móðir, vit tú fyrigeva mær?” Móðirin fór beinanvegin út og tók sín son at sær og kysti hann, alt var gloymt, og alt var nú, sum tað átti at vera.

Kanska at tú, sum lesur hesar reglur, finnur teg sjálvan her. Tú var doyptur at verða barn hjá Gudi, men so kom tann dagur, tá ið tú sum hin burturvilsti sonurin fór heimanífrá.

Í fyrstuni dansaði tú við syndini, men tað endaði við, at syndin dansaði við tær. Og tí livir tú í dag sum eitt ólukkuligt og friðleyst menniskja.

Men tað er ein, sum ikki hevur gloymt teg, og tað er frelsari tín. Hann elskar teg, fylgir tær og biður fyri tær. Kom! Tú ert væntaður!

Tað er, sum skaldið sigur:

”Sessur var settur hvørjum, ið kom inn;
eisini tín er, - fram at honum finn!”


Úr bókini: "Í lívsins dansi" eftir Clement Eliassen, trúboðara.

Lagt út: Ásbjørn Jacobsen

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð