Eg vil viðmæla at fara á PODAS lærusveinaskúla
Eg vil viðmæla at fara á PODAS lærusveinaskúla – tí her hevur tú møguleika fyri, í góðum andaligum felagsskapi, saman við brøðrum og systrum, at fáa sera góða bíbilska undirvísing, deila trúgv, læru, viðgera bíbilsk evnir og at hava gevandi orðaskiftir.
Stutt sagt: Ein góður felagsskapur, sum er við til at menna ein í trúnni, og sum gevur áfylling til at bera víðari missiónsboðini:
Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað, at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda, og við tað, at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum. Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda. Matt 28, 19-20.
Asbjørn Mikkelsen
Havi PODAS 1 og luttaki í PODAS 2 á Strondum.
Lagt út: Ásbjørn Jacobsen