Bønin

30. mars 2021

Harrans bøn, Faðir vár, sum vit lesa um í Bíbliuni (Matt 6) er bønin, ið Jesus lærdi okkum at biðja. Í Jesusi Kristi hava vit atgongd til Faðirin.

Bønin er tann týdningarmesta samrøðan á degnum. Ber øll lívsins viðurskifti til Jesus, áðrenn tú fert aðrastaðni, tí tann dagliga bønin hevur størri týdning, enn vit megna at fata, tí meir tað kostar okkum at biðja, jú meira neyðug er bønin. Møguleikarnir eru opnir og alt er tilreiðar.

Sagt er, at tað menniskja, sum í eyðmýkt boyggir seg í bøn til Jesus, vinnur sigur á tí, sum leiðir á avvegir, burtur frá lívsins Harra. Bønin er lykilin til lívsins keldu. Lívsins kelda og kraftar livandi streymar renna ótálmaðir inni í teimum hjørtum, sum eru í bøn til frelsaran. Tú fært so mikið úr hondum Guðs, sum tú í bøn oysir úr frelsunnar keldu. “Av frelsunnar keldu skulu tit oysa vatn við gleði”. (Jes 12,3).

Tað, sum á ein sermerktan hátt eyðkennir bøn, er, at hon er bøn í anda og sannleika. “Guð er andi, og teir, sum tilbiðja Hann, eiga at tilbiðja í anda og sannleika”. (Jóhs 4,24). “Men vit fingu sonarættaranda, sum vit rópa í: Abba, Faðir!” (Róm 8,15). “Men somuleiðis kemur eisini Andin veikleika okkara til hjálpar; tí at vit vita ikki, hvat vit skulu biðja um, soleiðis sum tað eigur at vera gjørt; men sjálvur Andin gongur í forbøn fyri okkum við ósigandi suffum”. (Róm 8,26).

Vit verða eggjað til bøn og forbøn. Vit skulu vera áhaldandi í bønini, og vit skulu stríða í bønini, og trúarbønin ger hin sjúka frískan.

Hvussu dýrabart er ikki at hava brøður og systrar, kend sum ókend, kring allan heimin, sum bera teg og meg fram fyri Guðs ásjón í bøn í hesi løtu. Heilagur Andi opinberar Orðið um Jesus Krist soleiðis, at Guðs kraft fær okkum at biðja fyri øðrum. Bíblian lærir okkum, at bøn og bønhoyring hoyrir undir Guðs vilja. “Komi ríkið títt; verði vilji tín sum í himli so á jørð”. (Matt 6,10).

Um vit steðga á og hyggja at Dániali, so angraði hann og bað um fyrigeving fyri syndirnar hjá sínum fólki. Skriftin sigur um Dánial, at hann var ein trúgvandi, gudsóttandi maður, sum var grundfestur í Gudi. Hann hevði ábyrgd fyri sínum fólki, og hann segði við Harran: “Vit hava syndað”. Vit lesa eisini, at hann fastaði og bað. Hann vildi vísa Harranum og fólkinum, hvussu álvarsamt hann sá syndina.

Orðið uttan bøn er eins og trúgv uttan eld, sum læstar dyr uttan lyklar. Har bønin fær makt standa einglarnir vakt. Mangur hevur sagt seg bønhoyrdan og óteljandi ferðir. Sanniliga: “Det er makt i de foldede hænder”. Bøn er álit, ja at seta álit til Harran.

Eisini tann bønin, sum í mannaeygum tyktist ósvarað, varð hoyrd, tí tað djúpasta í bønini var ikki at verða spardur, men heldur… “Men tó – várir sjúkdómar vóru tað, sum Hann bar, og várar kvalir, sum Hann legði á seg; vit hildu Hann revsaðan, slignan av Gudi og gjørdan neyðarsligan, men Hann varð særdur vára synda vegna og sundurbrotin vára misgerða vegna; okkum til friðar kom revsingin niður á Hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót”. (Jes 53,4-5).

Legg byrðuna á Harran. “Kastið alla sorg tykkara á Hann; tí at Hann hevur umsorgan fyri tykkum.” (1. Pæt 5,7) Um eg kasti ein bólt yvir til tín, má eg sleppa honum, fyri at tú kanst lofta! Soleiðis er eisini við okkum, vit mugu kasta byrðuna á Harran. Sonn bøn er ikki at trútta okkara vilja yvir Guð, men at biðja Guðs vilja ígjøgnum í einum falnum heimi. Ja, sonn bøn er at geva seg yvir í Harrans hendur og hvíla hjá Honum, tí Hann ber alt.

Gleðiligar páskir.

Liljan Midjord


Lagt út: Ásbjørn Jacobsen

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð