Til Golgata um Getsemane

02. apríl 2021

Vegurin til Golgata lá um Getsemane. Jesus fór út hagar at biðja, og gjøgnum sítt bønarstríð har fekk hann kraft til og styrki til at ganga henda vegin á enda.

Komnir út til Getsemane sigur hann við lærusveinarnar: ”Setist her, meðan eg fari burtur hagar og haldi bøn.” Og hann tók tríggjar av teimum við sær og fór inn í urtagarðin. Hesir tríggir vóru teir somu , sum høvdu verið við honum hin dagin uppi á fjallinum, har sum dýrd av himni ljóðaði um hann; teir skuldu nú eisini vera hjá honum hesa náttina í Getsemane.

Sál mín er sorgarbundin

So kom tað, hetta ræðuliga, at ”hann gjørdist syrgin og tók at nøtra og so sára at kvøða”, og hann sigur við teir: ”Sál mín er sorgarbundin heilt til deyða.” Jesus stendur framman fyri deyðanum.

Hvat er deyðin? Eingin veit tað. Eingin hevur sagt frá tí. Men tað vita vit, at alt livandi, hvør ein livandi skepna, skelvir og nøtrar og piprar fyri deyðanum.

Fyri okkum má tað so vera, at vit mega doyggja; tí at vit hoyra til henda heimin, her sum alt er fáfongd og forgeingiligt, og vit eru syndarar, og syndarinnar løn er deyði.

Jesus gjørdist okkum líkur

Men hjá Jesusi, ið kom frá lívsins heimi og var sakleysur og syndafríur, var tað ónáttúrligt at doyggja. Hann sær deyðan fyri sær, og hann kennir á sær, at hann ikki skal sleppa undan honum. Ei dáni í, at hansara reina sál tók at nøtra.

Jesus gjørdist okkum líkur. Hann gav seg í deyða, fyri at hann, tá ið vit sjálvi skulu møta deyðanum, eisini har kann vera hjá okkum og hjálpa okkum.

Um vit ikki vita, hvønn deyða vit skulu tola og hvussu sárt og meint deyðin kann gera tað hjá okkum, og um so ótti og deyðaangist skulu koma á okkum, tað vita vit, at Jesus er okkara líki eisini í hesum og at hann hevur roynt tað sjálvur.

Hann vil vera hjá okkum og varðveita og bjarga okkum, um vit bert vilja halda okkum til hansara og líta á hann. Gjøgnum deyðans myrkur og skilnað her lýsir ljós og vón um glaðan og sælan samfund.

Tað er í Guds ríki eitt ”aftan á”

Jesus talaði eisini um hatta við lærusveinar sínar á veginum út til Getsemane. Hann segði við teir: ”Men aftan á tað, at eg eri upprisin, skal eg fara undan tykkum til Galileu.” Móti øllum tí tunga og vonda og vónleysa her setur Jesus eitt ”men”. Tað er í Guds ríki eitt ”aftan á” alt stríð og alla sorg og líðing her, eisini deyðan.

Jesus átti tann kærleika, at hann gekk líðingarvegin fyri okkara skuld, tók alt stríðið upp á seg og vann sigur. Vit eiga ein upprisnan harra og frelsara, sum vunnið hevur á deyðans valdi. Tí skulu vit fáa ein glaðan samfund í lívsins Galileu. - Henda vónin skal lýsa fyri okkum á vegi okkara.

J. Dahl
Brot úr bókini: Krossstíggjur

Lagt út: Ásbjørn Jacobsen

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð