Páskaheilsan til allar PODAS-vinir!

03. apríl 2021

Góðu tit!

Jesus er upprisin! VERULIGA!
Jesus livir! VERULIGA!
Jesus elskar teg! VERULIGA!
Jesus hevur ætlanir við tær um frið og gleði og ævigt lív! VERULIGA!
Takka honum av nýggjum, sum var tað fyrstu ferð tú takkaði honum!
Jesus er okkara Frelsari frá synd, deyða, Djevli og dómi!
Tað er tað bara hann sum kann vera fyri teg og fyri henda heim.
Jesus er einasta vón menniskjunar.
Lat okkum takka og prísa honum hesar páskir!
Takk fyri forbøn og stuðul og trúfesti hetta seinasta árið og øll undanfarin ár!
Jesus gevi tær sín frið og sína gleði!

Gleðiligar páskir!

Bróðir tykkara,
Bergur

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð