Tað kendist sum hjarta brann í okkum

05. apríl 2021

Sama dagin vóru tveir viðhaldsmenn á ferð til eina bygd, sum nevnist Emmaus og er umleið 10 kilometrar frá Jerusalem. Teir gingu og tosaðu um tað, sum hent var, og meðan teir tosaðu um hetta, kom Jesus sjálvur til teirra og fylgdist við teimum, men teir kendu hann ikki. „Hvat er tað, tit tosa um?“ spurdi hann.

Teir steðgaðu tungir í huga og hugdu upp á hann. „Ert tú beint nú komin til býin? Tú manst vera tann einasti í Jerusalem, sum ikki veit, hvat her er hent seinastu dagarnar,“ svaraði annar av teimum, sum æt Kleofas. „Hvat er tá hent?“ spurdi Jesus, og teir svaraðu: „Tað, við Jesusi úr Nasaret. Hann var ein profetur og kundi gera undurverk, og øll vóru hugtikin av orðum hansara. Men høvuðsprestarnir og ráðharrar okkara lótu hann upp í hendurnar á rómverjum, og teir dømdu hann til deyða og krossfestu hann.

Men vit vónaðu, at hann var tann, sum skuldi fría Ísrael. Og nú eru tríggir dagar, síðan hann doyði. Og haraftrat hava nakrar kvinnur gjørt okkum púra í ørviti. Tíðliga í morgun fóru tær út til grøvina, og tær sóu, at likam hansara var ikki har. Tær komu aftur frá grøvini og søgdu, at tær høvdu sæð eina sjón. Tær høvdu sæð nakrar einglar, sum søgdu, at hann var livnaður aftur. Og nakrir av lærusveinum hansara fóru út til grøvina, og teir váttaðu tað, sum kvinnurnar høvdu sagt. Men hann sóu teir ikki.“

Tað eri eg

„Hugsið tykkum nú um! Hví er tað so torført hjá tykkum at trúgva tí, sum profetarnir hava talað?“ segði Jesus. „Tit kunnu lesa í skriftunum, at Messias verður illa viðfarin og verður tikin av døgum, áðrenn hann fer inn í dýrd sína.“ Síðan vísti hann teimum á øll støð bæði hjá Mósesi og hjá profetunum, sum vóru skrivað um seg, og greiddi teimum frá, so teir skiltu tað.

Teir nærkaðust bygdini, sum teir skuldu vitja, og Jesus lætst, sum hann ætlaði at fara longri, men teir vildu hava hann at steðga. „Ver hjá okkum,“ søgdu teir. „Dagurin er liðin, og tað verður skjótt myrkt.“ Hann steðgaði so á hjá teimum. Tá ið teir vóru farnir til borðs, tók hann breyðið, vælsignaði tað og breyt tað og gav teimum. Í somu løtu sóu teir, hvør hann var, og teir kendu hann; men brádliga hvarv hann úr eygum teirra. „So var tað tí, at tað kendist sum hjarta brann í okkum, tá ið hann greiddi frá, hvussu vit skuldu skilja Skriftirnar,“ søgdu teir hvør við annan.

Teir fóru í skundi aftur til Jerusalem, har teir 11 lærusveinarnir og restin av viðhaldsfólkunum vóru saman komin. „Tað er satt, at Jesus er risin upp frá deyðum. Pætur hevur sæð hann,“ søgdu teir. Teir báðir, sum vóru komnir aftur frá Emmaus, søgdu frá, hvat teimum var hent á leiðini hagar, og at teir kendu Jesus aftur, tá ið hann breyt breyðið og gav teimum.

Lukas 24.13-35
Nýggi Sáttmálin

Lagt út: Ásbjørn Jacobsen

 

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð