Miss ikki málið úr eygsjón

10. januar 2023

"Eitt geri eg: eg gloymi tað, sum er aftan fyri bak, og eg rætti meg fram eftir tí, sum er fyri framman, og skundi soleiðis at málinum, til tann sigursgrip, sum Gud hevur kallað okkum til úr erva í Kristi Jesusi". Fil. 3,14.

Hann gloymdi dagin í gjár og rætti seg fram eftir málinum. Soleiðis livdi og virkaði Paulus ápostul. Um vit støðugt hugsa um tað sum miseydnaðist í gjár, tá er skjótt at vit steðga upp og missa málið úr eygsjón.

Lít á Jesus! Tey flestu kenna til hetta, at summir dagar eru tungir og aðrir lættir. Vit kunnu møta sorg, sjúku, mótgongd, einsemi og annað sum kann fáa okkum at missa mótið.

Eitt skalt tú vita, at Jesus er tær nær, eisini, og kanska serliga, tá ið tú stríðist við sorg, sjúku, stúran og einsemi og tá ið Gud tykist vera langt burtur.

Hann er tær nær, hóast tú ikki kennir tað soleiðis ella sært hann. Hann livir saman við tær, gleðist saman við tær, syrgir saman við tær og stríðist saman við tær. Ja, hann (Jesus) sum er við høgru hond Guds, gongur í forbøn fyri okkum við ósigandi suffum. (Róm 8,26)

Jesu náði og umsorgan fyri tær er nýggj og fullkomin hvønn einasta dag! Ger sum ápostulin, gloym tað, sum farið er. Lít á Jesus og rætt teg fram eftir málinum, sum er fyri framman, til tann sigursgrip, sum Gud hevur kallað okkum til úr erva í Kristi Jesusi.

Tú ferðamaður til halgan stað,
miss ikki Jesus úr eygsjón!
Ei villist tú í hans ferðalag’,
miss ikki Jesus úr eygsjón!

Hans orð er lykt fyri fótum tær,
miss ikki Jesus úr eygsjón!
Tú liva skalt honum ævigt nær,
miss ikki Jesus úr eygsjón!

Ásbjørn Jacobsen

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð