Væl eydnað vitjan í Sandoynni
Seinasta vikuskiftið, leygardagin og sunnudagin 24. og 25. apríl, vitjaði PODAS-2 flokkurin á Strondum í Sandoynni.
Á ferðini vóru 5 næmingar og floksleiðararnir Bartal Danielsen og Mariann Djurhuus Poulsen.
Leygardagin deildu tey seg í tveir bólkar og vitjaðu fýra ellis- og røktarheim í oynni, har tey sungu og høvdu andakt. Eisini vóru stundir til at práta við búfólkini. Tey vóru sera væl móttikin av starvsfólkum og búfólkum.
Um kvøldið var møti í missiónshúsinum á Sandi kl. 20.00 við vitnisburðum og sangi.
Sunnudagin skipaðu tey fyri sunnudagsskúla í Skálavík kl. 12.00 og møti kl. 17.00.
Allastaðni har tey komu, var móttøkan sera góð og sandoyingar vóru glaðir og takksamir fyri vitjanina.
Sunnukvøldið fóru PODAS-fólkini heim aftur um Skopunarfjørð, glað og takksom fyri ferðina í Sandoynni.
Myndin er tikin í kirkjukjallaranum við Sjógv 27. apríl, seinasta kvøldið tey vóru saman. Hetta kvøldið vitjaðu eisini Bergur og Ásbjørn og tikið var saman um hetta skúlaárið og um framtíðarætlanir við PODAS.
Skrivað hevur Ásbjørn Jacobsen