PODAS-gudstænasta, diplomhandan og døgurði

29. apríl 2021

Góðu PODAS-lesandi! Bæði tit í PODAS fyri øll og PODAS 1, 2 og 3 skúlaárið 2020-2021!

Eg vóni inniliga, at tit hava lært nógv og fingið avbjóðingar, sum havt ment tykkum andaliga og persónliga.

Við hesum vil eg bjóða tykkum øllum at vera hjartaliga vælkomin til gudstænastu og diplomhandan í Vesturkirkjuni 4. mai kl. 18.00 og eftir tað til døgurða í Bowlinghøllini á Hálsi kl. 20.15.

Vegna koronutilmælini meta vit ikki, at vit skulu hava fótatvátt í ár. Tíverri. Men boðskapurin úr Jóh 13 kemur at ljóða týðiliga, so vit kunnu ímynda okkum tað, sum hendi, tá ið Jesus kvøldið fyri at hann vann okkum frelsuna á krossinum, legði seg á knæ at tæna sínum lærusveinum við at vaska teimum um føturnar. Vit verða ongantíð liðug við henda boðskapin, at Jesus ikki kom fyri at verða tænaður men fyri at tæna og at geva lív sítt sum loysigjald fyri øll menniskju.

Øll verða eisini boðin til altars, eins og øll fáa høvi til forbøn. Hugsið, um tað er nakað, tit ynskja at fáa sagt og lagt við Jesu føtur. Jesus sigur: “Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu.” (Matt 11,28).

Eisini verður høvið at geva PODAS eina peningagávu. Útreiðslurnar taka til, sum PODAS veksur. Takk, um tú vilt verða við at geva arbeiðinum, sum tú eisini hevur verið við til at ment, eina gávu.

Hjartaliga takk fyri luttøku tína í PODAS! Um tað er fyrsta árið ella 3. árið!

Gudstænasta kl. 18.00

  • Myndatøka
  • Felagssangur
  • Prædika v. Atla Rasmussen
  • Forbøn
  • Ljósatendring
  • Altargongd
  • Innsavning til PODAS
  • Diplomhandan

Bowlinghøllin kl. 20.15

Vit fáa buffét við góðum rættum, salati og onkrum leskiligum omaná við kaffi & te.
Prísur fyri hvønn kr. 135. Goldið verður á staðnum. Vit hugna okkum saman og minnast tað, ið farið er...

VERI HJARTALIGA VÆLKOMIN øll somul!

Gleði meg at síggja tykkum og at vera saman við tykkum!

Tilbið og tæn!

Vinaliga,
Bergur D. Joensen

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð