Góð undirtøka fyri gudstænastu í Vesturkirkjuni

05. mai 2021

Endagudstænasta og diplomhandan var í Vesturkirkjuni 4. mai 2021.

Í fjør var eingin endagudstænasta vegna korona. Tíbetur eydnaðist at hava gudstænastu í ár og undirtøkan var sera góð. Fleiri enn 70 næmingar og floksleiðarar vóru við til gudstænastuna í Vesturkirkjuni sum byrjaði kl. 18.00.

Derhard Jógvansson, sóknarprestur, leiddi gudstænastuna (liturgur) og Atli Rasmussen prædikaði.

Hoyr prædikuna, sum Atli Rasmussen hevði. Trýst her...

Eisini var altargangur og forbønartænasta, har tey sum ynsktu tað, kundu koma fram til altarið og so varð biði fyri teimum. Onnur kundu skriva ein bøn og so bað prestur fyri bønarevnunum.

Mong nýttu eisini møguleikan at tendra eitt ljós.

Bergur Debes Joensen, skúlaleiðari í PODAS, handaði næmingunum eitt diplom og floksleiðararnir fingu eisini eitt vakurt blómutyssi, sum tøkk fyri trúfesti og gott arbeiði hetta skúlaárið 2020-21.

Ásbjørn Jacobsen, skrivari í PODAS, tók stutt saman um farna skúlaárið og hugleiddi um framtíðarætlanir við lærusveinaskúlanum.

Allir floksleiðararnir høvdu onkra uppgávu undir gudstænastuni sum t.d. inngangs- og útgangsbøn, blómuhandan, forbønartænastu o.a.

Eftir gudstænastuna vóru øll boðin til døgurða og góða samveru í Bowling á Hálsi. Bergur las eisini heilsan frá Barbaru Hannudóttir Jensen, sum hevur verið sera virkin í PODAS í mong ár. Barbara er nú leiðari á Sjómansheiminum Ørkin í Reykjavík, saman við manninum Sólbjørn Jensen.

Vit eru Gudi takksom fyri eitt gott og gevandi kvøld.

Her eru nakrar myndir frá gudstænastuni.
Far til myndasavnið - trýst her >>>
https://podas.fo/myndir/albumcollections_albums/20

Hvat er PODAS? Les meira her...

 

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð