• Savnsmynd

Kabi misti alt. Heldur tó fast við Gud

20. mai 2021

Tað er ikki lætt at vera kristin í Bangladesj. Tó hoyrast javnan søgur um kristin – oftast við muslimskari bakgrund, ið støðugt og dirvisliga halda fast við kristnitrúnna, og finna seg í ræðuligum atsóknum.

Ein av hesum kristnu, er Kabi Rezaul Karim. Hann er vaksin upp sum muslimur, men er nú sum vaksin vorðin kristin. Hann er nú prestur og undirvísir vaksnum og analfabetum. Av tí at hann er kristin, gera muslimar alt, tað teir kunna at gera honum lívið óliviligt.

Muslimsku leiðararnir hava alt síðan, plágað Kabi vegna hansara kristnu sannføring. Í fyrstuni hóttu teir hann til tess at fáa hann at venda kristnini bakið. Tá ið hetta ikki eydnaðist, var farið undir aðrar ómenniskjaligar framferðarhættir.

Kabi hevði eitt virki, ið leggja kundi elorku inn í hús hjá fólki. Virksemið vaks og mentist í hvørjum og fekk fleiri kundar; men tá ið tað frættist, at Kabi var kristin, misti hann kundar. Flestu teirra vóru muslimar. Uttan kundar, eingin inntøka. Kabi var tí noyddur at gevast.

Afturlatingin av virkinum fekk ikki Kabi burtur frá kristnu trúnni. Hetta argaði muslimsku leiðararnar almikið, sum høvdu væntað, at Kabi á henda hátt fór burtur frá kristnu trúnni.

Tí hevur seinasta tiltakið verið at oyðileggja heim hansara. Vatnbrunnurin sorlaður; geitir stolnar og onnur virði sum t.d. avgrøðin, oyðiløgd og eisini alivirkið. Men Kali heldur tó fast við trúnna – hana kann eingin taka.

“Hetta er heim mítt. Havi andstygd at búgva her; tó haldi eg á at tæna mínum Gudi, hóast ótta og hóttanir,” sigur Kabi.

“Biðið fyri Bangladesj!”

Takk Gud, fyri tey kristnu, ið støðugt halda fast við kristnitrúnna. Biðið fyri Kabi og teimum mongu kristnu í Bangladesj, ið liva í ótta, hóttanum og kúgan.

Biðið fyri muslimsku leiðarunum í landinum!

Kelda: opendoors.dk
Henry Debes Joensen, umsetti

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð