Tilbað illar andar, møtir Jesusi

25. mai 2021

Maður, ið tilbað, alt frá barnaárum, illar andar, møtir Jesusi. Rópar fyri fyrstu ferð í lívi sínum á Jesus.

Tim var í fimm ára aldri sínum partur í einari druknuvanlukku. Hann smokkaði niður gjøgnum ísin á einum innfrystum sjógvi, tá bróðir hansara kom honum til hjálpar. Bróðirin kláraði at toga hann upp úr tí ísakalda vatninum; men smokkaði sjálvur ígjøgnum ísin og druknaði.
 
At gerast vinur illu andanna

Tvær vikur eftir jarðarferð bróðurins, byrjaði hann sjálvur at látast, sum lá hann í kistu og tosaði við deyða bróður sín. Illu andarnir gjørdist nú vinir hansara. Hann samskifti bókstavliga við teir; til teir bóðu um at lata seg sleppa at fáa fast tilhald í kroppi hansara. Somu løtu, sum Tim gav teimum loyvi, gjørdist hann eitt annað menniskja.

Tá ið onkur gjørdi hann firtnan, bað hann illu andarnar særa hesi menniskju. 10 ára gamal byrjaði hann at síggja duldarfullar sjónir frá tí illa. Í tannárunum varð hann heilt bundin at tí duldarfulla og samskifti dúgliga tann vegin.
 
Rópar fyri fyrstu ferð á Gud

Í millumbilinum byrjaði Tim at misnýta øll sløg av hørðum evnisblandingum. Einki av hesum kundi gera hann eydnuríkan. Lívið var vorðið honum tómleiki. Hann royndi síðan at taka sítt egna lív; men tað miseydnaðist. Tim kom at liggja á eini skaðastovu og kom frá hesum við lívinum.

Um miðjunátt, 13. desember, kallar hann á Gud. Hann legðist á knæ í bøn og segði: “Gud, um tú ert ein veruleiki, ger enda á mínum lívi, ella veit mær eitt annað betri lív við innihaldi. Veit mær gleði og frið. Eg ynski at koma burtur úr hesum vánalívi og finna eitt trygt stavnhald í lívinum.

“Alt broyttist til tað betra, og Jesus loysti meg frá øllum illum maktum og er nú mín vegleiðari og trygga vernd.”

Sí eisini video (á enskum) her... https://youtu.be/cWja-EN5Auo

Henry Debes Joensen

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð