Hvat eiga vit at gera?

16. juni 2021

Brot úr røðu Pæturs ápostul:

Henda Jesus reisti Gud upp, og um tað eru vit allir vitni. Tá ið hann nú er hevjaður upp við Guds høgru hond og hevur av faðirinum fingið fyrijáttan um heilagan anda, hevur hann úthelt hann, sum tit bæði síggja og hoyra.

Tí at Dávid fór ikki upp til himna, men hann sigur sjálvur: «Harrin segði við harra mín: Set teg við høgru hond mína, til eg leggi fíggindar tínar sum eina fótskør fyri føtur tínar.»

Tí skal alt Ísraels hús vita tað av sonnum, at Gud hevur gjørt hann bæði til harra og Krist, henda Jesus, sum tit krossfestu.»

Men tá ið teir hoyrdu hetta, fingu teir sum ein sting í hjartað, og teir søgdu við Pætur og hinar ápostlarnar: «Hvat eiga vit at gera, góðu menn og brøður?»

Men Pætur segði við teir: «Vendið um, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigevingar syndanna, og tit skulu fáa gávu heilaga andans. Tí at tykkum er fyrijáttanin ætlað og børnum tykkara og øllum teimum, sum eru langt burtur, so mongum sum Harrin Gud vár vil kalla til sín.»

Áps. 2,32-39

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð