Jesus visti tað, faðirin visti

19. juni 2021

Jesus gjørdi altíð tað, faðirin vildi. Hann visti altíð tað, faðirin visti og tað, honum var at gagni. Hann hvíldi í hesi nærstøðu og skilti altíð faðirsins vilja.

Áðrenn heimurin varð til, visti hann, at hann skuldi líða og doyggja. Hann var fúsur, setti ongantíð spurnartekin við faðirsins vilja og ætlan til tess at bjarga mannaættini. Hesa undurfullu frelsuætlan skilti ikki fólkið, men vrakaðu hann.

Fariseararnir og teir skriftlærdu góðtóku ikki, at Messias mátti líða og doyggja. Jesus leið í hondum teirra og varð at enda dripin, tí hann segði seg vera Messias.

Djevul

Í dag líða eisini vit, tí heimurin ikki góðtekur, at Jesus er einasti vegurin til Guds. Djevulin kennir hetta, men skelvur, tá ið Jesu navn verður havt á munni.

Hann veit, at sigurharrin á Golgata, Jesus, vann sigur á honum. Har fekk høvdingin í hesum heimi sín størsta ósigur. Tað, ið meiningin var við tí ónda, vísti seg nú at vera eitt amboð til æviga lívið.

Djevulin fekk deyðastingin á Golgata. Hann veit, at hann hevur eina avmarkaða tíð eftir. Nú líða vit, ið fylgja Jesusi, undir mótstøðumanni okkara djevlinum og viðhaldsfólki hansara. Heimurin liggur í tí ónda, tí høvdingin í hesum heimi er dømdur, og tíð hansara er stutt. Gud ynskir, at øll skulu hoyra um frelsuætlan hansara og verða frelst.

Frelsa

Nú er ein frelsudagur. Einki má darva okkum, tí vit vita ikki, hvussu langa tíð, vit eiga eftir her. Hendingarnar í heiminum peika á Kristus, kong okkara og hansara brádligu afturkomu. Hann lovaði, at hann fer at koma aftur, og vit bíða í vónini um eina loysn.

Hesin heimur og alt, sum í honum er, fer til grundar. Ein nýggjur himmal og ein nýggj jørð koma. Vit skulu ráða saman við honum sum kongi okkara. Vit eiga eina vónríka framtíð. Hann segði, at tað fer at henda og í hansara tíma.

Kelda: GODS-TV
Henry Debes Joensen, umsetti

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð