”Eg verði hjá Jesusi, hóast tit beina fyri mær!»

30. juni 2021

Hesi vóru seinastu orðini, hjá kenjanska manninum, Póli, áðrenn hann varð skotin.

Pól var lastbilførari í Kenja og var á ferð til markið við Somalia við varu til Somalia. Á vegnum hagar vórðu Pól og vinmenn hansara steðgaðir av yvirgangsmonnum úr Al-Shabaab, sum vildu hava hann at siga ta islamsksu trúarjáttanina, Shahada. Pól var kristin og játtaði tí ikki trúarjáttanina, sum teir vildu hava hann at gera.

Hann segði teimum, «at hann fór ikki at avnokta trúnna á Jesus,» sigur einkjan, Peniah.

Ístaðin fyri at játta islamsku trúarjáttanina, segði Pól:

”Eg verði saman við Jesusi, hóast tit myrða meg, og eg verði saman við Jesusi, hóast tit lata meg fara!»

Teir, ið vóru í fylgi saman við Póli dugdu trúarorðini, játtaðu tey og vórðu leyslatninr, meðan Pól noktaði at siga tey og varð skotin.

Tíðin aftaná gjørdist ógvuliga boysin og avbjóðandi hjá einkjuni, Peniah, sum nú var einsamøll saman við tveyára gamla soninum, Steve.

«Eg misti nærum trúnna. Tíðin aftaná, gjørdist mær svár.» Sigur hon.

Nakrir av vinum okkara í Kenja møttu Peniah í allarverstu tíðini. Teir royndu alt tað, teir kundu at bøta um sálarløst hennara eisini hjálpti teir henni at fara á skeið innan viðgerð og aftaná á eitt seymiskeið.

Aftaná skeiðið hjálpti vinirnir henni at opna sín egna klædnahandil.

Peniah varð eisini eggjað av øðrum kristnum, ið fingu høvdu somu lagnu sum hon at koma ígjøgnum eins og hon.

«Ver sterk og bið. Henda støða verður ikki varandi, hon er ein partur av lívinum. Gud fer at linna og beina burtur sorgina og pínsluna, og gleðin fer at venda aftur.

Havið Kenja við í bønum tínum.

- Bið fyri Shabaab og um, at Gud skal røra teirra hjørtu.

- Biðið fyri einkjum.sum dag og dagliga skulu klára dagin og vegin.

- Bið, at Open Doors limir mega finna tey, ið brúk hava fyri hjálp.

Kelda: opendoor.dk

Henry Debes Joesen, umsetti

Lagt út hevur Ásbjørn Jacobsen

Seinastu tíðindi

Send okkum eini boð